Føroyamálsdeildin/AKM/tkj
07.06.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nú kemur hon

Á almennari samkomu í Norðurlandahúsinum hósdagin 9. juni klokkan 16 leggur Nám fram fyrsta bind av stóru føroysku bókmentasøguni.


Dagin eftir framløguna, fríggjadagin 10. juni, verður bókin at fáa í bókahandlum kring landið.

Hetta er fyrsta føroyska bókmentasøgan, sum gevur lesaranum eitt samlað yvirlit og samstundis fer í dýpdina við einstøkum tekstum.

Føroysk bókmentasøga 1 sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Bókin setir føroysku bókmentirnar inn í eina størri heild, og føroysku tekstirnir verða hildnir upp ímóti evropeiskum mentasøguligum og bókmentasøguligum rákum.

Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í fimm partar: miðøld, skynsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og tjóðskaparromantikkur.

Tað eru Turið Sigurðardóttir og Malan Marnersdóttir, sum hava skrivað. Tær eru báðar professarar í bókmentum, og nýggja føroyska bókmentasøgan er úrslit av teirra drúgva undirvísingar- og granskingararbeiði  á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Jógvan í Lon Jacobsen, lektari, hevur eisini skrivað partar í bókini.

Føroysk bókmentasøga 1 er 689 blaðsíður og kostar 498 krónur. Nám gevur út, og Estra hevur umbrotið og prentað. Hetta er fyrsta bind av trimum.

Framløgan í Norðurlandahúsinum verður í Stóru Høll klokkan 16, hósdagin 9. Juni. Í hesum sambandi verður eisini ein bókmentaframsýning í Klingruni ein tíma undan og ein tíma eftir framløgu.