Nú kunnu 670 gamlar upptøkur hoyrast
670 av umleið 2500 gomlum upptøkum eru nú alment atkomiligar í bandasavninum á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum, og sohvørt loyvi verða fingin til vega, veksur almenna savnið
Nú ber til at fara á bandasavn.setur.fo og tildømis hoyra Jakob Jakobsen kvøða Flóvin Bænadiktsson í upptøku, sum Hjalmar Thuren gjørdi í 1902.
Fyri ikki so langari tíð síðani vóru gomlu upptøkurnar av skjøldrum, kvæðum og frásagnum í vanda fyri at farast av tíðarinar hond. Men í 2017 varð avtala gjørd millum Føroyamálsdeildina og SavnsGull um at talgilda gamla upptøkuskattin. Arbeiðið hevur gingið sera væl, og nú er ein fjórðingur av teimum umleið talgildu 2500 bondunum lagdur alment fram til fólk, sum hava áhuga at lurta.
UNESCO-verja av siðarvi
Føroyar hava bundið seg til at varðveita óítøkiligan mentanararv í UNESCO-sáttmálanum um verju av siðarvi frá 2003, og ein partur av hesum arvi er skjalfestur í ítøkiligum bondum við siðsøguligum tilfari. Bondini eru øll í varðveitslu á Føroyamálsdeildini. Talan er um fjølbroyttar frásagnir og ikki minst um tónleikaligan arv, so sum kvøðing, skjaldur og sálmasang. Sumt av hesum er skrivað á nótar frammanundan, men upptøkurnar geva eina aðra uppliving og eru ein løtt atkomulig leið til at kunna seg við hendan partin av okkara tónleikasøgu.
Upptøkurnar vaksa í virði
Høvuðsendamálið við at talgilda savnið var upprunaliga at varðveita tað fyri eftirtíðina. Men at flyta tilfarið yvir á talgildan og almennan miðil letur eisini upp fyri, at fleiri sleppa fram at tí, bæði granskarar í Føroyum, uttanlands og onnur við áhuga. Sigast kann, at upptøkurnar á tann hátt hava fingið størri virði.
Nú alt tilfarið er talgilt, er farið undir at gera neyvari skrásetingar og at fáa fult yvirlit yvir heimildarfólkini.
Føroyamálsdeildin hevur mannagongdir fyri, nær og hvussu tilfar kann verða lagt út alment. Og við góðari hjálp frá fúsum fólki úti um landið, eru tilsagnir fingnar til vega, og nú eru so 670 av bondunum atkomulig. Sohvørt sum eftirkomarar og innsavnarar geva loyvi til tess, fer almenna bandasavnið at vaksa.
Fólk eru vælkomin at venda sær til Sonnu A. Dahl á Føroyamálsdeildini við fyrispurningum, rættingum og eyka upplýsingum um heimildarfólk. Sanna er at hitta á sannad@setur.fo.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...