07.01.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nú vitjaðu føroysku mýsnar Danmarks Radio

Fyrsta oktober 2008 vóru føroysku mýsnar umrøddar á heimasíðuna hjá kendu bretsku tíðindarásini BBC. Nú vísir eisini DR áhuga.


Leygardagin 20. desember var ein sending um føroysku mýsnar at hoyra á P1 í Danmarks Radio. Sendingin snúði seg um, hvussu vit við hjálp frá arvaeginleikunum hjá músum kunna siga nakað um, hvussu víkingarnir hava ferðast í Norðuratlantshavi áður í tíðini.

Sendingin byggir í stóran mun á tíðindini "Føroysku mýsnar vitjaðu BBC", sum stóðu á heimasíðuni hjá Setrinum 8. oktober 2008.

Brotið um mýsnar er partur av sendirøðini “Europaklip”, sum DR sendir hvønn leygardag kl. 13.10. Heitið á sendingini hesaferð var "Er Monaco Europa værdig - Husmus fortæller historie - Rifbjergsk kogekunst". Tað er føroysktføddi journalisturin, Karl Jóhan Mikkelsen, sum hevur gjørt innslagið.

Lurta eftir sendingini her (12:15 minuttir, 8,6 MB)