Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
02.03.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

NVD á Aliráðstevnuni 2010

'Framhaldandi burðardygg føroysk alivinna', var høvuðsyvirskriftin á aliráðstevuni í farnu viku. Náttúruvísindadeildin var umboðað millum fyrilestrarhaldararnar.


Árliga afturvendandi ráðstevnan hjá Havbúnaðarfelaginum var í ár hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 26. februar. Fleiri av fyrilestrarhaldarunum hava eitthvørt tilknýti til Náttúruvísindadeildina.



Á ráðstevnuni greiddi Knud Simonsen, lektari á Náttúruvísindadeildini, frá um kanning av streymi og alduviðurskiftunum á alifirðunum, og hvat alivinnan kann fáa burturúr slíkum kanningum. Eisini kom hann stutt inn á eina samstarvsverkætlan, ið Fiskaaling, Havstovan, alifeløgini og Náttúruvísindadeildin júst eru farin undir. Verkætlanin hevur til endamáls at gera mátingar av streymi og aldu á øllum føroysku alifirðunum og samantvinna hesar við teldusimuleringar av aldu og streymi.



Ein annar av fyrilestrarhaldarunum var Øystein Patursson, sum nú starvast sum granskari á Fiskaaling. Øystein hevur eina Bachelor í oljuverkfrøði frá Náttúruvísindadeildini, og arbeiddi síðani í eitt ár í einari samstarvsverkætlan ímillum Náttúruvísindadeildina, netavirkið Vónin og Havstovuna, ið hevði til endamáls at menna alinótir. Henda verkætlanin legði grundarlagið undir PhD-verkætlanina hjá Øysteini, sum varð framd í samstarvi millum universitetið í New Hampshire í USA og Náttúruvísindadeildina.



Í fyrilestrinum greiddi Øystein frá um mátingar av oxygeninnihaldinum í og kring alinótir, ið nakrar alistøðir hava gjørt. Eisini vísti hann úrslit frá teldusimuleringum, sum hann gjørdi sum partur av PhD-arbeiðinum, ið vísa, hvussu rákið verður ávirkað av einari alinót.



Triði fyrilestrarhaldarin, sum lesandi á Náttúruvísindadeildini eisini kenna, var Peter Østergård, fiskadjóralækni, ið greiddi frá um laksalús og hvussu hesin trupulleikin í alivinnuni skal handfarast.  Peter Østergård hevur í fleiri ár verið ein av undirvísarunum í einum aliskeiði, sum lesandi á lívfrøðilinjuni á Náttúruvísindadeildini hava í boði.