Nýggi bygningurin hjá Setrinum verður nú projekteraður
Landsverk hevur skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henning Larsen North Atlantic um at projektera nýggja felagsbygningin hjá Fróðskaparsetri Føroya
Felagsbygningurin er kjarnin í yvirskipaðari heildarætlan um at savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetri Føroya í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling, sum fevnir um økið á Frælsinum og økið á Debesartrøð.
Felagsbygningurin skal fyrst og fremst vera eitt livandi lestrarumhvørvi við lesisali, bólkarúmum og krókum, har høvi er hjá lesandi og starvsfólki at hugsavna seg, og her skal fyrisitingin og rektarin eisini hava skrivstovur. Felagsbygningurin skal somuleiðis í mest møguligan mun vera opin fyri almenninginum, sum skal kunna koma til tiltøk, fáa sær okkurt til matna o.s.fr.
Fróðskaparsetur Føroya vil fegin ganga á odda við burðardyggari og skynsamari bygging, og ynskiligt er, at felagsbygningurin verður ein fyrimynd fyri framtíðar føroyska byggilist, verkfrøði og handverk.
Landsverk, ið er byggiharri á verkætlanini, hevur nú undirskrivað ráðgevarasáttmála við Henning Larsen North Atlantic, sum nú byrjar at projektera bygningin fram til seinnu helvt av 2025.
Løgtingið samtykti 17. mai 2024 lógina, sum heimilar landsstýrismanninum at halda útreiðslur upp á í mesta lagi 31 milliónir krónur til prosjektering av felagsbygninginum fram til útboð.
Her taka Ósbjørn Jacobsen, stjóri í Henning Larsen North Atlantic, og Marjun Weihe Thomassen, virkandi stjóri á Landsverki, í hondina hvør á øðrum.
Ætlanin er at farast skal undir at byggja í 2026.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...