rættstavari HESIN.png (1)
Bergur D. Hansen
21.08.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýggi føroyski rættstavarin tøkur

Nýggi føroyski rættstavarin er nú tøkur og kann takast niður her á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum. Rættstavarin skal hjálpa fólki at stava rætt, men fólk sleppa ikki undan at hugsa sjálv. Arbeitt verður við at gera hann kláran til Mac 

Rættstavarin, sum nú er tøkur, kann brúkast á øllum vanligum teldum og í flestu telduforritum, hóast ávísar avmarkingar kunnu vera. Hetta er tann fyrsta útgávan av hesum rættstavaranum, og tí er talan um eina beta-útgávu, sum merkir, at rættstavarin ikki er liðugur, men er framvegis í gerð.
Arbeiðið við rættstavaranum byrjaði av álvara á vári 2019, tá Hanna Jensen, landsstýriskvinna, játtaði Føroyamáldeildini 200.000 krónur til endamálið. Frammanundan høvdu málgranskarar á Føroyamáldeildini arbeitt við einari dialektverkætlan. Eitt av úrslitinum var ein stórur talumálsbanki (talgilt savn við orðum úr talumáli) og nøkur tøknilig amboð, sum kundu brúkast til at eyðmerkja orð. Við hesum var grundarlag fyri at halda fram við at eyðmerkja og savna orð og menna ein føroyskan rættstavara. Arbeiðið við rættstavaranum hevur sostatt bert verið í gongd í eitt ár. Men rættstavarin er longu so mikið álítandi, at tað verður hildið ráðiligt at lata almenninginum hann og síðani halda fram við arbeiðinum.

Rættstavarin fer at fáa gagn av, at fleiri fara brúka hann og sjálv kunnu gera tillagingar, koma við viðmerkingum og rættingum.

Snildur og í støðugari menning
Rættstavarin er í bygnaði snildari og meiri framkomin enn tann undanfarni. Við framhaldandi menning verður nýggi rættstavarin førur fyri at viðgera fleiri og fleiri málsligar reglur og rætta fleiri og fleiri sløg av villum (t.d. setningsbygnað).

Ávísar avbjóðingar og forðingar eru óundansleppandi at byrja við, og tí er umráðandi, at arbeiðið við rættstavaranum heldur fram.

Hava fólk viðmerkingar ella rættingar, ber til at senda tær á eina teldupostadressu: stava@setur.fo.

Fólk fáa ikki í øllum førum persónligt svar, men alt, sum verður sent stavaranum, verður lisið og viðgjørt. Arbeiðið við rættstavaranum byggir á “Open Access”- grundreglurnar, og tí ber eisini til at kunna seg við rættstavaran, og hvussu hann er gjørdur á heimasíðuni hjá universitetinum í Tromsø, har hann kann takast niður (sí leinki her).

Málslig miðkós
Rættstavarin er ikki ein rættskrivingarorðabók. Rættstavarin skal hjálpa fólki at stava rætt, men fólk sleppa ikki undan at hugsa sjálv.

Í sínámillum samskifti á t.d. einum arbeiðsplássi, sum ikki skal vera serliga hátíðarligt, men kortini skal vera neyvt, brúka fólk ofta fremmandaorð ella orð úr talumáli, og rættstavarin góðtekur fleiri slík orð. Ætlanin er, at fólk skulu kunna brúka rættstavaran til øll hugsandi høvi og í øllum samanhangum, og tí er tað upp til tey sjálv at gera av, um tey t.d. skriva hátíðarliga og nær føroyskum skriftmáli ella minni hátíðarliga og nærri føroyskum talumáli, hóast ikki øll brigdi í føroyskum talumáli verða góðkend. Lesið meira um tað og fáið vegleiðing um at taka stavaran niður á telduna her.

Depil fyri máltøkni
Nýggi rættstavarin er ein liður í royndunum at menna máltøkni í Føroyum. Avbjóðingarnar á máltøkniliga økinum eru stórar, og tað er umráðandi, at íløgur verða gjørdar í máltøkni komandi árini. Í Føroyum megna vit tað einans, um øll, sum arbeiða við føroyska málinum, taka við avbjóðingunum, og um máltøkniliga vitanin verður so lætt atkomulig sum gjørligt.

Ein loysn, sum Føroyamálsdeildin hevur víst á, er ein depil fyri máltøkni. Ein slíkur depil kundi hýst fleiri verkætlanum, sum kundu fingið gagn av hvørji aðrari.

Samstarv er avgerandi
Í arbeiðinum við rættstavaranum hevur samstarvið við Trond Trosterud, professara, á universitetinum í Tromsø og Sjur Nørstebo Moshagen, leiðara á deplinum Divvun sama stað, verið avgerandi. Í Føroyum er Heðin Jákupsson, sum eisini arbeiddi við dialektverkætlanini, verkætlanarsettur, og hann tekur sær av dagliga samskiftinum við málgranskararnar í Tromsø, umframt framhaldandi dagføringini av rættstavaranum.

Avgerandi fyri føroysku máltøkniligu menningina er og verður samstarv, bæði úteftir og innanhýsis í Føroyum.