Hans Andrias Sølvará.jpg
Hans Andrias Sølvará letur nú aftur søgubók úr hondum (Foto: privatmynd)
Brynhild Thomsen
10.06.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýggj bók eftir Hans Andrias

Hans Andrias Sølvará, dekanur og professari í søgu á Fróðskaparsetrinum, kemur nú við síni 10. bók. Hesaferð um Føroyar eftir friðin í 1814

Bókin, sum er ein av teimum 100 Danmarkarsøgunum í røðini hjá Aarhus Universitetsforlag, kemur út 9. juli og eitur "Færøerne efter freden - 1814".

Hetta er tíggjunda bókin, sum Hans Andrias Sølvará, dekanur og professari í søgu, letur úr hondum, og tey, sum eru forvitin og ikki kunnu bíða til útgávudagin, kunnu lesa brot úr henni HER.

Í brellbitanum er m.a. ein forvitnislig endurgeving av frásøgn hjá fyrrverandi sorinskrivaranum í Føroyum, dananum Johan Christian Helms, í 1919. Hann er aftur í Danmark og greiðir eini nevnd í landstinginum frá um føroyska samhugan við Noreg og um donsku líkasæluna við Føroyar.

Á baksíðuni skrivar ritstjórin, at flestu danir hava gloymt, at tað var ein tilvild, sum gjørdi, at Føroyar hildu fram at vera danskar, tá Danmark misti Noreg í 1814.

Umframt at skriva bøkur, hevur Hans Andrias Sølvará eisini lagt nógvar vísindaligar greinar úr hondum.

Tær kunnu lesast HER.

Í sambandi við bókaútgávuna verður framløga á kaffistovuni, Panamé í miðbýnum í Havn hóskvøldið 9. juli klokkan 19, har Kristianna W. Poulsen fer at hava samrøðu við Hans Andrias Sølvará. Tiltakið er ókeypis.