Nýggj botnkort
Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
07.05.2012
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nýggj botnkort

Síðani 1999 eru dýpini frá ekkoloddinum umbord á Magnusi Heinassyni innsavnaði. Nú eru tey grundarlagið undir nýggjum botnkortum.


Tað er Havstovan, sum hevur savnað inn og góðskutryggjað hesar dýbdarmátingarnar eftir slóðini hjá rannsóknarskipinum Magnus Heinassyni øll hesi árini og latið tey til Náttúruvísindadeildina.

Í savninum á Náttúruvísindadeildini eru eisini líknandi mátingar eftir slóðini hjá vaktar og bjargingarskipinum Tjaldrið í ár 2000, mátingar hjá Landsverk inni á firðunum, og dýpir frá seismiskum kanningunum eystur av Munkagrunninum, sum Jarðfeingi hevur lagt til rættis.

Hesar dýbdarmátingarnar hava verið grundarlagið undir botnkortunum, sum hava verið brúkt í teldusimuleringunum av aldu og sjóvarfalsrákinum á Náttúruvísindadeildini seinastu árini. Nú eru hesi kortini eisini partur av nýggjari skipan ætlað til bátar og skip, sum felagið Munin hevur ment og nú selur.

Harumframt verða innsavnaðu dáturnar partur av grundarlaginum undir nýggju botnkortunum, sum Jarðfeingið er í ferð við at framleiða til nýggja Atlasi, sum NÁM eftir ætlan gevur út í 2013.