Nýggj BSc-útbúgving á Setrinum
Hvussu ávirkast samfelagið, veðurlagið og umhvørvið av teimum orkukeldum, vit velja? Og hvussu skipa vit okkara framleiðslu á burðardyggan hátt? Hvussu gagnnýta vit best tær orkukeldur, vit hava í Føroyum, fyri at minka um innfluttu oljuna? Millum annað hesir spurningarnir verða viðgjørdir í nýggju útbúgvingini á Setrinum
Føroysk viðurskifti vera í miðdeplinum, tá farið verður undir nýggju bachelorútbúgvingina í orku- og umhvørvisverkfrøði eftir summarfrítíðina. Útbúgvingin gevur teimum lesandi eina breiða vitan um burðardygga orkuveiting og orkunýtslu.
Útbúgvingin er viðkomandi, tí varandi orkukeldur eru eitt sera heitt evni um allan heim. Í Føroyum hava vit hópatals møguleikar at vinna orku úr náttúruni, og eisini her heima er spurningurin um, hvar vit skulu fáa okkara orku frá í framtíðini, viðkomandi.
Tað tekur trý ár at lesa orku- og umhvørvisverkfrøði, og møguleiki er at taka eitt hálvt ár á einum útlendskum universiteti. Útbúgvingin endar við eini verkætlan, og tað er ein hópur av áhugaverdum tilfari, sum tey lesandi kunnu kanna og viðgera.
Prógvið gevur góðar møguleikar til gransking og ymisk størv. Við tí ber eisini til at lesa viðkomandi greinar á masterstigi uttanlands.
Umsóknarfreistin er 1. juli.
Meiri sæst um útbúgvingina og upptøkutreytirnar á www.setur.fo, har eisini umsóknarblað kann takast niður.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...