Eyfinn Magnussen
02.04.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nýggj fiskabók útkomin

Beint fyri páskir kom ein nýggj fiskabók út. Bókin nevnist "Fiskaskipanin - lýst við dømum við fiskinum á Føroyabanka" og lýsir skyldskapin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hvussu hesi verða skipað við støði í felags eyðkennum.


Bókin er ætlað undirvísingini í miðnámsskúlunum og á Fróðskaparsetrinum og annars
øllum, sum hava áhuga fyri fiski. Tað er Eyðfinn Magnussen biologur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, ið hevur skrivað bókina. Útgangsstøðið í bókini er heftið “Fiskasystematikkur”, sum kom út á heysti 2003, og varð nýtt til undirvísingina í fiskalívfrøði, ið er ein av lærugreinunum í lívfrøðiútbúgvingini á Setrinum.


Innihaldið í bókini
Bókin byrjar við at geva eina almenna lýsing av fiski, og hvussu nógv fiskasløg vit kenna í dag.
Síðani verður greitt frá útsjóndini og nøkrum grundleggjandi hugtøkum um fisk. Greitt verður í stuttum frá vistskipanini á Føroyabanka og fiskinum, sum heldur til á Bankanum. Síðani verður greitt frá djóraskipanini, og hvussu fiskur og aðrar livandi verur verða bólkaðar við støði í felags eyðkennum. At enda verður tikið samanum eyðkennini hjá fiskunum, sum eru umrøddir í bókini. Aftast er ein listi við øðrum lesnaði um Føroyabanka og fiskin, sum har livir, og um fiskaskipanina í síni heild .

Tað er Føroya Skúlabókagrunnur, sum gevur bókina út. Bókin er 41 blaðsíður til støddar. Hon kostar 98 krónur og fæst á bókhandlunum kring landið.