Nýggj frágreiðing um ung
Frágreiðingin Ungfólk í Føroyum 2012 lýsir og viðger úrslitini av stórari skúlaspurnakanning, sum Firouz Gaini gjørdi í 2012.
Kanningin er partur av føroyskum-íslendskum samstarvi, sum byrjaði í 2011. Kanningin gevur okkum upplýsingar um tey, sum gingu í níggjunda flokki skúlaárið 2011-2012.
Vit síggja m.a., at nógv hava ilt við at finna sítt pláss í skúlanum. Her tosa vit um bæði gentur og dreingir, ung í bý og á bygd. Samstundis sum tey fýlast á støðuna, so rokna tey flestu við at fara undir hægri útbúgving seinni í lívinum. Javnvág er ikki millum «veruleikan» í dag og tað, ungdómurin vónar at gera til morgindagsins «veruleika».
Fá halda skúlan vera ov torføran, nógv halda hann vera ov lættan. Nógv hugsa um at gevast ella skifta skúla. Hesar kenslurnar endurspegla ikki bara skúlaviðurskifti, men eisini frítíðarlívið, har t.d. alnetið og aðrir miðlar fara við nógvari tíð.
Frágreiðingin kann takast niður her
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...