Nýggj gransking á Setrinum
Hvat er ríkisfelagsskapurin fyri nakað? Hvat gera tingfólk, tá tey fáa boð um óreglusemi? Hví hava vit kommunur? Hvussu velja ungir grønlendskir menn sín maskulinitet? Hvørjar eru avleiðingarnar av bláum búskaparvøkstri í Føroyum?
Hetta eru nakrir spurningar, sum vísindastarvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum hava viðgjørt í síni nýggjastu gransking. Greinarnar eru allar útgivnar í samlíkamettum tíðarritum (peer-review), og til ber at lesa tær flestu ókeypis á netinum. Niðanfyri er ein stutt lýsing (abstrakt) av greinunum og leinki til tíðarritið, har greinarnar eru tøkar.
Í Politica , 51. årg. nr. 4 2019, 441-468 er grein, sum Jens Christian Svabo Justinussen hevur skrivað. Hon eitur "Rigsfællesskabet i et føderalt perspektiv". Spurt verður, um ríkisfelagsskapurin kann skiljast sum ein føderatión, sum t.d. Sveits ella Kanada.
Føderalisma er at sameina sjálvstýri og felagsstýri, og hon hevur tann fyrimun, at stakríkini hava sjálvstýri og ræðisrætt á ávísum politikkøki, samstundis sum tey eru partar av einari størri politiskari eind við teimum fyrimunum, sum tað gevur. Niðurstøðan er, at her eru so nógvur líkskapur, at vit kunnu skilmarka ríkisfelagsskapin sum eina semi-føderation.
At enda verður eisini hugleitt um, hvørjir møguleikar eru fyri at flyta seg enn nærri einari fullari føderation millum Grønland, Føroyar og Danmark. Greinin er útgivin í vísindaliga tíðarritinum fyri stjórnmálafrøði, Politica, og kann lesast her.
Eldsløkking í tinginum
Í Scandinavian Political Studies Vol. 43, no. 1, 2020 er grein, sum Hallbera West hevur skrivað. Hon eitur "MP Firefighting and the Partisan Logic". Greinin er um ta ábyrgd, sum verður løgd á tey fólkavaldu (løgtingið) at ansa eftir, at útinnandi valdið (landsstýrið) ger, sum teimum er álagt.
Løgtingsins umboðsmaður og Landsgrannskoðarin eru óheftir stovnar, sum hava eftirlit og lata tinginum frágreiðingar, um skeivt er atborið. So er spurningurin, hvat tinglimir gera, tá teir fáa slík boð frá eftirlitsstovnum; kanska meira verður hugsað um, hvat ið tænir flokkinum best, enn um uppgávuna, sum tingið hevur at hava eftirlit við stjórnini?
Empiriska støðið eru 52 frágreiðingar frá Løgtingsins umboðsmanni og frá Landsgrannskoðaranum. Sí her.
Grønlendskur maskulinitetur
Í Fróðskaparritum nr 65-66, 2019, er grein, sum Firouz Gaini hevur skrivað. Hon eitur "Young kalaallit men’s negotiation of masculinity - Maskulinitetsval hjá ungum kalaallit monnum".
Í greinini kanna vit sjónarmiðini hjá ungum grønlendskum monnum viðvíkjandi kynssamleika og mentan við serligum denti á lýsingar teirra av kalaaleq-manninum og sosialu marginaliseringini av honum í samfelagnum.
Við støði í kvalitativum empiriskum tilfari vísir greinin, hvussu tætt samband er millum ráðandi myndirnar av siðbundna veiðumanna-lívsstílunum og kjakið um sosialu og mentanarligu trupulleikarnar, sum grønlendskir menn stríðast við í dag. Firouz Gaini metir samleika-arbeiðið hjá monnum í dag at vera merkt av siglingini millum mentanarligar forteljingar um kalaallit-forfedrarnar og nýggjar myndir av monnum, sum talgildir miðlar og modernað býarlív breiða út. Ungir menn brúka margfaldar maskulinitetir úr ymsum keldum at greiða frá sínum máta at vera ein kalaallit-maður. Lesið greinina her.
Hví hava vit kommunur?
Í Fróðskaparriti nr 65-66, 2019, er eisini grein, sum Beinta í Jákupsstovu hevur skrivað: "Three Rationales for Municipal Councils: The Case of the Faroe Islands". Í hesi grein verður víst á ymiskan hugburð til, hvat endamálið er við kommunum. Tríggir myndlar eru mentir: 1) Kommunan sum staðbundin sosialur felagsskapur, 2) Kommunustýrini sum vígvøllur at finna politiskar loysnir fyri sítt øki og 3) Kommunan sum fyrisitingarlig eind at seta politikk í verk, sum landsmyndugleikar ella kommunustýri hava samtykt. Myndlarnir umboða ymiska fatan um fólkaræði. Empiriska støðið eru kanningar gjørdar í føroyskum kommunum 1992-2016. Greinin kann lesast her.
Kritisk viðgerð av bláum vøkstri
Í Sustainability Science vol. 15 (1) 2020 hevur Ragnheiður Bogadóttir skrivað grein um sokallaðan bláan vøkstur í Føroyum og tær umhvørvisligu og sosialu avleiðingarnar av honum. Greinin er ein kritisk viðgerð av gongdini í bláa búskapinum, tá tað ræður um burðardygd og umhvørvisrættvísi. Lesið meira her.
Ragnheiður Bogadóttir hevur eisini skrivað eina aðra grein í tíðarritinum Sustainability 12(2) 2020. Hon eitur "The Social Metabolism of Quiet Sustainability in the Faroe Islands", og hon snýr seg um staðbundnar búskaparligar mannagongdir og matvøruframleiðslu.
Hesar mannagongdir fáa ofta lítið uppmerksemi í politisku skipanini, hóast tær í stóran mun eru vistfrøðiliga burðardyggar. Endamálið við greinini er at lýsa týdningin av hesum mannagongdum búskaparliga, men serstakliga tá tað ræður um mentanar- og lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum. Lesið hana her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...