Nýggj grein: Stríðið um talufrælsið frá 1945-2021
Heini í Skorini hevur saman við Mathias Meier og Jacob Mchangama skrivað vísindaliga grein, ið varpar nýtt ljós á søguna um talufrælsið og upprunan til modernaða, altjóða mannarættindalóg, sum framvegis myndar kjakið um mannarættindi og javnstøðu
Skal altjóða lóg banna haturstalu ímóti minnilutum?
Skal altjóða lóg banna niðrandi útsagnum um trúgv og religión?
Skal altjóða lóg banna antidemokratiskari propaganda?
Skal altjóða lóg banna lygn ella villleiðandi upplýsingum?
Stundum halda vit, at slíkir spurningar eru nýggir og hoyra til okkara samtíð. Men hesir spurningar elvdu til stríð og diplomatiskar ósemjur, tá heimsins lond fóru at smíða modernaða, altjóða mannarættindalóg eftir seinna heimskríggj.
Sameindu Tjóðir (ST) varð sett á stovn í 1945, og í 1948 samtyktu heimsins lond ST-heimsyvirlýsingina um mannarættindi. Seinni vórðu meginreglurnar frá yvirlýsingini útgreinaðar í nýggjum ST-sáttmálum. Men hesir nýggju mannarættindanormar komu ikki dalandi av himli. Hvør einasta meginregla og hvør einasti setningur var úrslit av drúgvum politiskum stríði – við vinnarum og við taparum.
Heini í Skorini hevur saman við Mathias Meier og Jacob Mchangama skrivað nýggja vísindaliga grein um talufrælsið, altjóða politikk og altjóða lóg. Greinin er givin út í amerikanska vísindaliga tíðarritinum Journal of Free Speech Law – eitt tíðarrit, sum burturav snýr seg um talufrælsið.
Greinin viðger, hvussu reglurnar um talufrælsið í altjóða lóg blivu til, og hvørjar politiskar ósemjur vóru um spurningin.
Greinin viðger m.a. stríðið millum USA, Sovjetsamveldið og Evropa, sum umboðaðu sera ymisk sjónarmið. Amerikanskir diplomatar vildu hava so fáar avmarkingar sum gjørligt, meðan evropeiskir diplomatar í nógv størri mun tóku undir við forboðum fyri haturstalu. Samstundis arbeiddu sovjettisku diplomatarnir fyri umfatandi avmarkingum, sum samsvaraðu við sovjettiska sensurlóggávu.
Greinin byggir í stóran mun á upprunaskjøl í skjalagoymslunum hjá ST og øðrum altjóða felagsskapum. Og greinin varpar nýtt ljós á søguna um talufrælsið og upprunan til modernaða, altjóða mannarættindalóg, sum framvegis myndar kjakið um mannarættindi og javnstøðu.
Greinin kann lesast her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...