Grounded theory.jpg
(Foto: groundedtheoryonline.com)
Brynhild Thomsen
04.07.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýggj grein um at endurhugsa búskaparfrøði

Ólavur Christiansen, sum er lektari emeritus í búskaparfrøði, hevur útgivið grein í altjóða talgilda tíðarritinum, The Grounded Theory Review, sum er ein roynd at endurhugsa búskaparfrøði

Greinin kallast "A Tribute to Barney Glaser: Rethinking Economics".

Barney Glaser var sosiologur, og saman við Anselm Strauss, ruddaði hann slóð fyri tí, sum verður kallað "grounded theory". Í minningargrein um Glaser í Social Science Space 2. mars í ár, verður Glaser kallaður fyri "The Guardian of Grounded Theory".

Social Sience Space lýsir í stuttum háttalagið hjá Glaser og Strauss á henda ítøkiliga hátt:

"Grounded theory grew out of extensive qualitative research on dying hospital patients conducted by Glaser and sociologist Anselm Strauss in the early 1960s. The method flips the common research process of starting with a theoretical framework to assess what data is gathered. It instead first systematically gathers and analyzes data, and only at that point erects a theoretical or hypothetical scaffolding."

Ólavur Christiansen ger í grein síni eina roynd at svara, um granskingarúrslitini hjá Barney Glaser eisini kunnu brúkast í búskaparfrøði og á tann hátt endurhugsa búskaparfrøðina, og í tí sambandi brúkar Ólavur heitið "klassiskt grundað ástøðis-háttalag".

Í samandráttinum av greinini skrivar Ólavur Christiansen soleiðis:

"Klassiskt grundaða ástøðis-háttalagið (KGÁH) er eitt í høvuðsheitum induktivt granskingarháttalag, ið er ovurhonds øðrvísi enn logiskt-deduktiva háttalagið í meginbúskaparfrøði – eins væl og induktivu mannagongdirnar í økonometri.

Tískil gerst tað ein viðkomandi spurningur, um ella á hvønn hátt granskingarúrslitini hjá Barney Glaser (ið er upphavsmaður til KGÁH) kunnu nýtast í búskaparfrøðiligum høpi.

At nýta KGÁH til tess at lýsa eitt úrtøkiligt hugtak sum t.d. “meginbúskaparfrøði” vildi ikki givið nakra meining. Eitt ástøði, ið er avdúkað við hjálp av KGÁH, vil altíð snúgva seg um atburðin hjá nøkrum ávísum einstaklingum - sum til dømis einum bólki av fólkum, ið so ella so í praksis nýta ella arbeiða við búskaparfrøði. Hesir “praktikarar” skuldu helst verið ein rímiliga homogenur fólkabólkur. Eitt kollektiv av universitetsøkonomum og búskaparstýrandi vinnulívsfólkum hevði møguliga verið ov heterogent.
Skotið verður tí upp, at KGÁH verður nýtt til at framala (beinleiðis úr dátum) eitt klassiskt grundað ástøði fyri hvønn einstakan ((homogenan) undirbólk av búskaparligum “praktikarum”. Samstundis kundi verið roynt at framala eitt meira formligt (meira abstrakt) grundað ástøði, ið fevndi um allar bólkar (øll sløg) av búskaparligum “praktikarum”.

Í greinini verður í stuttum greitt frá meginprinsippunum í KGÁH við tí endamáli (partsvís) at vísa, hvussu eitt klassiskt grundað ástøði við kjarnu-variabli kann verða loyvt at koma undan kavi. Eitt dømi er frá mikrobúskapi og eitt annað er frá makro-buskapi."

Lesið greinina her.

Christiansen, O. (2022). A Tribute to Barney Glaser (1939-2022): 
A Trial to Rethink Economics by Classic Grounded Theory Methodology. 
The Grounded Theory Review: An International Journal, 21(1), 53-70.

Lesið meira um "grounded theory" her.