Screenshot_2021-06-01 https www logting fo.png
(Foto: logting.fo)
Brynhild Thomsen
01.06.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýggj grein um føroyskan fiskivinnupolitikk

Hans Ellefsen, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur saman við Daniel Bromley, emeritus professara á University of Wisconsin–Madison, útgivið eina vísindaliga grein í tíðarritinum "Elementa: Science of Anthropocene" um føroyskan fiskivinnupolitikk síðani 1977

Greinin eitur "The quest for fisheries governance: Lessons from the Faroe Islands" og er um føroyska fiskivinnupolitikkin tey seinastu umleið 40 árini, síðani fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977.

Tíðarskeiðið verður býtt í fimm partar: Fyrsta tíðarskeiðið er frá 1977 til 1994 við næstan ongari reglubinding av fiskiskapinum. Hetta tíðarskeiðið fevnir um 1980ini við stuðli og veðhaldum til fiskivinnuna. Eisini umfatar hesin parturin skrædlið í fiskastovnunum í byrjanini av 1990unum, og sum avleiðing av tí, skrædlini í bankum og búskapinum.

Annað tíðarskeiðið er frá 1994 til 1996 við kvotuskipan fyri føroyska heimaflotan eftir íslendskari fyrimynd, sum kom sum krav úr Danmark. Hetta hevði m.a. við sær útblaking av fiski, og at mong flakavirki vórðu stongd og løgd saman. Stór ónøgd var í politisku skipanini um hesa skipan.

Triðja tíðarskeiðið er frá 1996-2018 við einari fiskidagaskipan fyri botnfiskin undir Føroyum og stórum vøkstri í pelagiskum kvotum frá 2010, fyrst av makreli og seinni eisini norðhavssild og svartkjafti.

Nógvu handlarnir við skipum og tilhoyrandi rættindum fekk løgtingið í 2007 at siga upp allar kvotur til 2018, tá ein nýggj skipan fyri fiskivinnuna skuldi gerast.

Árini 2011, 2016 og 2017 vóru uppboðssølur, fyrst av nøkrum makrelrættindum og síðan eisini nøkrum øðrum pelagiskum rættindum og rættindum at fiska botnfisk í Barentshavinum. Frá 2011 og fram varð tilfeingisgjald lagt á tey flestu pelagisku rættindini, sum ikki vórðu seld á uppboði.

Fjórða tíðarskeiðið er frá 2018-2020 við nýggjari lóg um fiskivinnuskipan, har uppboðssøla var partur. Ætlanin var at skifta fiskidagaskipanina út við eina kvotuskipan fyri heimaflotan, tí fiskidagaskipanin ikki hevði virkað, sæð úr lívfrøðiligum og búskaparligum sjónarhorni. Men tá avtornaði, var ikki politiskur meirluti fyri hesi broytingini.

Serliga er tíðarskeiðið frá 2018 til 2020 áhugavert í altjóða høpi, tí tá var uppboðssøla av nøkrum fiskirættindum, og hetta er ikki roynt serliga nógvastaðni í heiminum.

Í greinini verða hagtølini frá hesum uppboðsølum skjalprógvað, serliga frá uppboðssølunum frá 2016 til 2020.

Til seinast er tíðarskeiðið frá 2020, har farið var aftur til tíðarskeiðið frá 1996-2018 við ongari uppboðssølu, hækkaðum tilfeingisgjaldi og langtíðar fiskirættindum.

Felags fyri øll tíðarskeið er, hvussu vit í Føroyum hava verið sera ósamd um, hvussu føroyski fiskivinnupolitikkurin skuldi skipast, og eru tað enn.

Mangan eru vit ósamd um, hvat endamálið er við fiskivinnupolitikkinum. Skal fiskivinnan vera lívfrøðiliga/búskaparliga ella samfelagsliga burðardygg? Hvør skal fáa eyka vinningin, bara reiðarar og fiskimenn ella samfelagið alt?

Vit hava eisini ofta hug at stýra niður í smálutir, hvussu føroyska fiskivinnan skal skipast, heldur enn at lata tað upp í hendurnar á vinnuni at avgera t.d. bólkar í veiðuni av botnfiski undir Føroyum.

Lesið greinina her.

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til útgavuna.

Abstract:
We document the 40-year quest for coherent fisheries governance in the Faroe Islands.

The centrality of commercial fisheries to the Faroese economy means that getting fisheries policy right is at the core of social and economic coherence in this small close-knit nation. But the lessons learned here have pertinence to all commercial fisheries.

The primary lesson is that fisheries management is a conceit—a chimera. Fisheries policy is about stewardship and the continual balancing of contending visions regarding the purpose of a nation’s fisheries.

Policy is inherently contentious over long periods because the polity is always undergoing demographic transition. Most importantly, policy is difficult because participants are never sure what they want until they learn about what is possible for them to have.

Compounding this problem is the realization that the participants are themselves changed by a process that John Dewey identified as “trying and undergoing.” Humans adopt policies (trying) and then are themselves changed by the playing out of the implications of those policies (undergoing).

All public policy is a continual saga of trying and undergoing—which leads to a new and adapted trying. This adaptive process is not management but governance.