_Z1A6262breid.jpg (1)
Bárður Larsen er lektari í løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
25.01.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýggj grein um lán av lógum og stovnum

Bárður Larsen vísir í nýggju greinini á, at neyvan slepst undan at læna stovnar (institutiónir) og lógir millum lond. Serliga er tað galdandi fyri smá lond við avmarkaðari orku. Tó hevur tað týdning, hvussu tilgongdin at læna er skipað, og serliga um hon tekur fremmanda fyrimynd fyri givið heldur enn at meta um kritiskt og granskandi

Greinin hjá Bárði Larsen, lektara á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur heitið “Problemet med den ubekymrede retlige transplantation”, og er útgivin í danska løgfrøðiliga tíðarritinum Juristen, nr. 6, 2022, sum kom út í januar 2023.

Høvuðssjónarmiðið er, at føroyskt lógarsmíð og skipan av almennum stovnum er mestsum ein long røð av láni av donskum lógum og stovnum. Samstundis tykist hetta virksemið fyri føroyskar fyrisitarar og politikarar bara at vera “vanligt” lóggávuvirksemi heldur enn rættarligt lán (rættarlig transplantatión).

Greinin ger kortini vart við, at lán av fremmandum lógum og skipanum hevur altíð verið og fer altíð at vera. Tað er natúrligt at skeita til onnur og fáa fyrimun av teirra royndum, serliga tá talan er um kravmiklar skipanir. Í mongum førum er eisini meira týðandi fyri fólk at hava eina skipan, enn júst hvørja skipan tey hava. Tá hevur høpi (kontekstur) ikki stórvegis týdning, og tá kann tað vera skynsamt at læna uttan meira hóvasták. Í øðrum førum er høpi týðandi. Við høpi kann her vera sipað til mentan, politiska og rættarliga søga og ikki minst stødd. Høpi kann hava við sær, at skipanir frá nógv størri londum ikki kunnu lænast og skalerast niður og kortini virka á sama hátt sum í upprunalandinum.

Greiðasta eyðkennið fyri, at eitt lán hevur verið skynsamt (rationelt) er, at lænta lógin ella skipanin hevur verið partur av gjølligari lokalari fakligari viðgerð, har tað er mett um, hvørt mentan og samfelagsligt høpi hevur týdning fyri lánið. Hevur høpi týdning, eiga “fingramerki” at vera eftir, at lánið í ein ella annan mun er blivið lagað til fortreytir í móttakarasamfelagnum. Eyðkennið fyri minni skynsomu ella sorgleysu tilgongdina er øvugt, at skipanin er tikin reint og polerað yvir frá upprunalandinum uttan spor eftir kritiskari eftirmeting ella tillagingum. Greinin hjá Bárði vísir á, at empiriskar kanningar úti í heimi vísa, at í seinna førinum er minni sannlíkt enn í fyrra førinum, at lógin ella skipanin verður væl móttikin og væl fatað í móttakaralandinum.

Løgtingsins umboðsmaður verður viðgjørdur sum eitt av mongum dømum um sorgleyst lán av stovni frá donsku statsligu skipanini. Tilgongdin var ikki nógv merkt av kritiskari viðgerð av, hvørt hetta var rætti stovnurin fyri Føroyar. Heldur varð tikið fyri givið, uttan atlit til ymiskar fortreytir, stødd á samfelag v.m., at mestsum neyvt sami stovnur var tann rætti, eisini fyri Føroyar, og at hann fór at betra um rættartrygdina í Føroyum á júst sama hátt sum Fólkatingsins umboðsmaður í Danmark. Eftir nærri kanning kemst kortini skjótt eftir, at donsku og føroysku stovnarnir eru munandi meira ymiskir enn lógargrundarlag og formlig skipan gevur fatan av. Orsøkin er, at mentan og faktorar knýttir at stødd og politiskari og rættarligari søgu og traditión av góðum grundum ikki lata seg flyta millum lond.

Greinin, sum er stuðlað av Granskinarráðnum, er liður í eini verkætlan um yvirtøkur og menning av stovnum í ríkisfelagsskapinum saman við spanska løgfrøðinginum José M.L. Villaverde.

Greinin liggur her og er einans tøk hjá haldarum av Juristen.