Nýggj í starvi á Setrinum
Trý størv eru sett á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi.
Tann 1. mai byrjaði Maria Skaalum Petersen sum lektari í heilsuvísindum á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Hon verður eisini partur av toyminum í Deplinum fyri heilsu- og almannagransking á Setrinum. Talan er um eitt 5-ára starv, ið er fíggjað av Sjúkrakassagrunninum.
Maria hevur starvast á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DfAA). Hon hevur serliga granskað í umhvørvis- og genetiskum orsøkum til Parkinson sjúku, men hevur eisini luttikið í øðrum virksemi á DfAA. Síðan er granskingarumráðið víðkað til aðrar neurodegenerativar sjúkur, so sum demens, og amyotrophic lateral sclerosis (ALS). Maria fer framhaldandi at vera ein virkin partur av víðfevnda granskingarvirkseminum á DfAA, og fer setanin at styrkja samstarvið millum Setrið og DfAA.
Tann 1. februar varð Amanda Gratton Vang setti í starv sum adjunktur í heilsuvísindum á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Amanda verður eisini partur av toyminum í Deplinum fyri heilsu- og almannagransking á Setrinum. Talan er um eitt 3-ára starv, ið er fíggjað av Sjúkrakassagrunninum.
Í granskingarhøpi hevur Amanda savnað seg um autoimmunar sjúkur við serligum atliti at viðgerðum, sum órógva immunkyknusamskifti. Høvuðsendamálið við granskingini hjá Amandu er at menna viðgerðir, sum miða eftir vevnaði við bruna (so sum tarmar við Colitis Ulcerosa) uttan at órógva immunverjuna aðrastaðni í kroppinum.
Amanda er eisini ráðgevi innan mýlska lívfrøði á diagnosustarvsstovuni á Landssjúkrahúsinum og luttekur í fleiri føroyskum og altjóða granskingarverkætlanum. Setanin av Amandu fer at styrkja samstarvið millum m.a. Landssjúkrahúsið og Setrið.
Maria Hammer Olsen er sett sum vikarur á Sjúkrarøktarfrøðideildini fyri námslektara í barnsburðarfaloyvi.
Maria varð útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1993 á Sjúkrasystraskúla Føroya. Í 2012 varð hon útbúgvin Master of Information Technology in Health Informatics á Aalborg Universitet. Síðani desember 2006 hevur Maria burturav arbeitt við verkseting, rakstur og víðarimenning av Talgildu Heilsuskipanini, sum verður brúkt á øllum sjúkrahúsum og hjá øllum kommunulæknum í Føroyum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...