Skriva út
Nýggj innlit í málsligt margfeldi
Hjalmar P. Petersen hevur eina grein í nýggjari bók um málsligt margfeldi.
Greinin kallast “Tosprogethed med nært beslægtede sprog”. Greinin stendur í bókini Rom for språk. Nye innsikter i språkleg mangfald, sum Novus forlagið í Oslo gav út í apríl mánað. Tað eru Endre Brunstad, Ann-Kristin Helland Gujord og Edit Bugge, ið hava ritstjórnað.
Í greinini hjá Hjalmari verður serliga eitt evni viðgjørt, og tað er athall, og úrslitið av hesum. Víst verður eisini á, at tað er neyðugt at skilja ímillum dynamiskan og statiskan transferens, tá ið tosað verður um mál hjá tvímæltum. Í tí fyrra førinum verða mynstur førd yvir á móttøkumálið, men uttan at tey festa seg. Um hesi mynstrini fáa nóg stóra undirtøku hjá málbrúkarunum og festa seg í móttøkumálinum, er talan um statiskan transferens.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...