Nýggj kanning um uttanríkis- og trygdarpolitikk
Hósdagin klokkan 13:00 verður nýggj kanning um, hvat føroyingar halda um uttanríkis- og trygdarpolitikk løgd fram á almennum tiltaki á Fróðskaparsetrinum
- Hvar hoyra Føroyar heima í altjóða politikki?
- Í hvønn mun skulu vit vera uttanveltað, tá stórveldini bresta saman?
- Var tað rætt at venda kinesiska telerisanum, Huawei, bakið?
- Skulu vit siga ja ella nei til ein radara á Sornfelli?
- Skulu vit framhaldandi drepa grind og springara hóast altjóða trýst?
- Skulu vit loysa frá Danmark?
- Skulu vit gerast partur av ES?
- Hvørjar eru tær størstu hóttanirnar, sum heimurin stendur fyri?
- Og hvussu nógvar sendistovur skulu Føroyar hava?
Hetta eru nakrir av spurningunum í umfatandi kanning, sum Setrið gjørdi í november og desember í 2021.
Hósdagin 10. mars kl. 13 verður kanningin løgd fram á almennum tiltaki á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25.
Tiltakið er býtt í tveir partar. Fyrst fer Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, at leggja fram høvuðsúrslit frá kanningini. Síðani fara tveir granskarar, Rasmus Leander, professari á Universitetinum í Grønlandi, og Silja Bára Ómarsdóttir, professari á Háskóla Islands, at gera viðmerkingar til føroysku kanningina og samanbera við líknandi kanning í Grønlandi og Íslandi. Tey bæði luttaka á stórskíggja um netið.
Hesin fyrri parturin fer fram á enskum, tí tiltakið verður stroymt til granskarar og onnur í ymsum londum.
Í seinna partinum fer eitt føroyskt panel at skifta orð um kanningina og tann nýggja altjóða politiska veruleikan, eftir at Russland hevur gjørt innrás i Ukraina.
Hvat merkir hetta fyri Føroyar bæði vinnuliga og politiskt?
Í panelinum vera Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Marjun Hanusardóttir, fyrrverandi stjóri á Løgmansskrivstovuni, Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi og Brynhild Thomsen, journalistur og viðmerkjari.
Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur havt ábyrgd av verkætlanini, og greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman data.
Týski felagsskapurin Konrad Adenauer Stiftung hevur fíggjað verkætlanina.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...