Nýggj kanning viðvíkjandi BMI hjá føroyskum skúlabørnum
Kanningar í grannalondum okkara og í flestu londum í vesturheiminum vísa, at alsamt størri partur av fólkinum viga ov nógv og hava trupulleikar við ovurfiti. Hesin trupulleiki rakar eisini børn og ung - og eisini børn og ung í Føroyum.
Kanningar í grannalondum okkara og í flestu londum í vesturheiminum vísa, at alsamt størri partur av fólkinum viga ov nógv og hava trupulleikar við ovurfiti. Hesin trupulleiki rakar eisini børn og ung.
Kanningar vísa, at børn, sum hava ment eitt ov høgt BMI, verða ofta avmarkað í rørslu, spæli og ítrótti, umframt at vera í vanda fyri at menna lívsstílssjúkur, lágt sjálvsvirði, sosiala avbyrging v.m.
Á økjum, sum viðvíkja heilsustøðuni hjá føroyskum børnum og ungum, har ongi granskingarúrslit fyriliggja, verður støðið aloftast grundað á gransking frá hinum norðurlendsku londunum. Gigni og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning almannakunngera nú eina kanning av føroyskum skúlabørnum, sum lýsir heilsustøðuna hjá teimum í mun til BMI og rørslum.
Allar kanningarnar eru gjørdar av heilsufrøðingum í Gigni og umfata allar skúlar í Føroyum, skúlaárini 2004/2005 og 2010/2011. Frágreiðingin er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, og er gjørd í samstarvi millum Gigni og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning.
Føroysk børn eisini ov feit
Greiningin í hesi frágreiðing vísir, at ein lutfalsliga stórur partur av dreingjunum í 1. flokki eru feitir ella hættisliga feitir. Í 1. flokki í 2004/2005 vóru góð 26% av dreingjunum feitir ella hættisliga feitir. Støðan í 2010/2011 er eitt sindur frægari, tá vóru 21,4% av dreingjunum feitir ella hættisliga feitir.
Støðan hjá gentunum í 1. flokki er eins álvarslig og hjá dreingjunum. Í 2004/2005 vóru 24,8% av gentunum í 1. flokki feitar ella hættisliga feitar. Í 2010/2011 vóru tølini eitt sindur lægri, tá vóru 22,9% av gentunum í 1. flokki feitar ella hættisliga feitar.
Tá hugt verður at BMI tølunum hjá dreingjum og gentum í 7. flokki í 2010/2011, t.v.s. dreingjum og gentum um 14 ára aldur, so er støðan tann sama í 7. flokki sum í 1. flokki: Ein munandi partur av dreingjunum og gentunum eru feit ella hættisliga feit.
Av dreingjunum í árganginum í 7. flokki í 2010/2011 vóru 25,0% feitir ella hættisliga feitir, og av hesum vóru 7,5% hættisliga feitir. Í árganginum í 7. flokki í 2010/2011 vóru 25,2% av gentunum feitar ella hættisliga feitar, og av hesum vóru 5,0% hættisliga feitar.
Fasthildin í einari støðu við ovurfita
Gransking vísur, at tað er ein greiður samanhangur millum fita hjá børnum eldri enn 2 ár og fita hjá vaksnum. Greiningin í hesi frágreiðing stuðlar undir hesa niðurstøðu. Føroysk børn verða eisini fasthildin í einari støðu við ovurfita.
Av teimum dreingjum, ið vóru feitir ella hættisliga feitir í 1. flokki, høvdu 59,2% í 7. flokki framvegis eitt BMI, sum vísti, at teir vóru feitir ella hættisliga feitir. 22,4% høvdu eitt BMI, sum lá á markinum til at vera ov feitir.
Sama støða er hjá gentunum. Av teimum gentum, sum vóru feitar ella hættisliga feitar í 1. flokki, vóru 68,9% í 7. flokki framvegis feitar ella hættisliga feitar. 11,5% høvdu eitt BMI, sum lá á markinum til at vera ov feitar.
Nógv eisini ov kløn
Umframt trupulleikan við yvirvekt ella fita, so er tað eisini ein vaksandi trupulleiki at alsamt fleiri ung eru ov kløn, tvs. at tey hava eitt BMI-tal, sum er ov lágt.
Hjá dreingjunum vóru 5,2% ov klænir, meðan tað hjá gentunum vóru heili 7,3%.
Røra føroysk børn seg nóg nógv?
Í frágreiðingini verður spurningurin um rørslu eisini viðgjørdur. Hesin gevur ábendingar um, at ein munandi partur av føroyskum børnum rørir seg ov lítið í mun til tilráðingarnar frá heilsumyndugleikum og granskarunum í EYHS (European Youth Heart Study).
Mugu taka trupulleikan í álvara
Greitt er, at trupulleikin við ovurfita millum børn eisini er vorðin ein trupulleiki í Føroyum. Hesin trupulleiki má takast í størsta álvara. Í frágreiðingini verður víst á dømir úr Roskilde kommunu, har átøk eru gjørd fyri at minka um trupulleikan við ovurfita millum børn, og úrslitini eru sera góð.
Tá hugsað verður um fyribyrging av ovurvekt, er greitt, at tørvur er á bæði heildar- og málrættaðari fyribyrging. Sostatt er stórur tørvur á fyribyrging, ið vendir sær til allar familjur, samstundis sum fyribyrgjandi átøk verða veitt familjum, har ovurfiti longu er, ella er við at verða ein trupulleiki.
Kanningar vísa, at fyribyrging av ovurfiti hjá børnum og ungum eigur at verða sett inn tíðliga, og helst áðrenn barnið hevur ment egnar vanar, tvs. tá barnið er millum 2 og 4 ár.
Frágreiðingina er í pdf-formati niðanfyri.
Arbeidsrit_30-2012.pdf- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...