Perma Royndin.PNG
06.12.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Nýggj kjakbók um søgu og søguskriving

Fróðskapur hevur givið út bókina Royndin. Ein kjakbók um søgu og søguskriving eftir Hans Andrias Sølvará.

Bókin er 160 blaðsíður og kostar 230 krónur í bókabúðunum.

Hetta er ein kjakbók um søgu og søguskriving, sum viðger hypotesur um Nólsoyar-Páll við støði í almennum søgufakligum meginreglum.

Millum annað verða hesir spurningar viðgjørdir í bókini:

- Var Løbner fyrstur at flyta frískt koppingarevni móti pokunum til Føroya longu í 1801?

- Rýmdi Nólsoyar-Páll frá neyðarrópi og hungrandi landsmonnum í apríl 1808?

- Var tað Nólsoyar-Páll, sum gjørdi, at Baugh kapteynur á bretska herskipinum Clio avgjørdi at taka og oyðileggja skansan í Havn 16. mai 1808?

- Var tað rætt av Løbner at yvirgeva skansan uttan at lata nakað skot av?

- Hvørjar mannagongdir og háttaløg eiga søgufrøðingar at halda seg til, tá ið teir granska og skriva søgu?

- Ber tað til hjá søgugranskarum at skriva søgu óheft av sínum egnu persónligu sjónarmiðum?

Spurningarnir eru settir við støði í ítøkiligum tilfari og evnum úr føroyskari søgu, men viðgerðin verður sett í samband við almennar søgufakligar meginreglur.

Hans Andrias Sølvará er professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, har hann eisini er dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini.

Hans Andrias hevur skrivað fleiri bøkur um politisku søgu Føroya. Hann hevur skrivað ein hóp av greinum í ymsum fakligum tíðarritum og bókum um evni úr føroyskari søgu. Eisini hevur hann verið við til at ritstjórna fleiri bøkur og tíðarrit.   

Hetta er sjeynda bókin hjá Hans Andriasi, sum Fróðskapur gevur út.