m_Follow_the_Leader_-_Leadership_Concept_with_Paper_Airplanes.jpg
Nú ber til at taka eina master í leiðslu og skipan á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum við undirvísarum úr Føroyum og útlandinum (Foto: Freerangestock.com)
Brynhild Thomsen
28.04.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýggj leiðsluútbúgving á masterstigi

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar nú nýggja leiðsluútbúgving á masterstigi á Søgu- og samfelagsdeildini. Latið er upp fyri tilmelding nú

Amboðskassin hjá einum góðum leiðara eigur at vera útgjørdur við bestu reiðsskapum, dagførdari vitan og hollum førleikum, sum ikki bara røkka til avbjóðingarnar her og nú, men sum eisini nytta í longdini.

Ein leiðari virkar á øllum stigum í fyritøkuni ella stovninum, og hann (m/k) skal vera framskygdur, hava greiða kós og duga at kveikja og gagnnýta førleikarnar hjá sínum
starvsfólki og fáa tey – saman við sær – at røkka málunum, sum sett eru út í kortið.

Nýggja leiðsluútbúgvingin á Setrinum gevur tær hesar leiðsluførleikarnar, og tá tú hevur nomið tær tey 120 ECTS-stigini, sum útbúgvingin telur, ert tú master á tínum øki. Til ber eisini at taka helvtina – 60 ECTS-stig – og tá fært tú diplom í leiðslu og skipan á masterstigi.

Tú kanst eisini velja at lesa ph.d., tá tú hevur fingið masterprógv.

Útbúgvingin er fyri fólk, sum annaðhvørt eru í leiðandi starvi nú ella fegin vilja tað. Her fært tú holla fakliga grund at standa á við granskingargrundaðari undirvísing og kanningararbeiði, tú lærir at leggja strategi, at fáa tað besta fram í tíni starvsfólk, so málini í strategiini verða rokkin, og so fært tú eisini eitt netverk, sum kann fáa stóran týdning fyri tína menning sum leiðari og gleði við at vera tað.

Heimurin er torgreiddur og umskiftiligur, og sum leiðari, ert tú tann, sum tíni starvsfólk og tey, sum brúka tína fyritøku ella stovn venda sær til. Við hesi útbúgvingini fært tú førleikar at leiða organisatiónina gjøgnum byltingartíðir, og tú lærir samanspælið millum etikk, leiðslu og strategi. Eitt lyklaorð er nevniliga burðardygg  leiðsla.

Útbúgvingin er skipað sum skeið, ið eru kravskeið. Talan er um parttíðarlestur, sum er skipaður í undirvísingarvikuskifti, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart, so til ber at arbeiða samstundis.

Útbúgvingin er skipað í tveir partar, har hvør partur tekur tvey ár. Og sum nevnt, so kanst tú taka diplom eftir tveimum árum ella fulla master eftir fýra árum.

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nýmótans organisatiónum. Serligur dentur er lagdur á at menna førleikar hjá teimum lesandi 1) at skilja, greina og kjakast um torskildar organisatoriskar avbjóðingar; 2) at eyðmerkja trupulleikar, at hugsa og virka strategiskt; 3) at fyrireika seg til leiðsluleiklutir; 4) at skilja týdningin av sjálvsleiðslu og sambandi millum starvsfólk; og 5) at menna leistir til leiðslu, fyrisiting og til organisatoriskan framburð, sum vísa samfelagsábyrgd og eru etiskt haldgóðir.

Lesið nógv meira um útbúgvingina her.

Umsóknarfreist er 1. juli, og umsóknarblað er her.

Súsanna Olsen er námslektari og útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum. Nærri kunning um útbúgvingina fæst frá henni við at skriva til 
susannao@setur.fo ella ringja á 299434

Kalpana Vijayavarathan er ph.d. og adjunktur á Námsvísindadeildini. Hon fer eisini at undirvísa á masterútbúgvingini í leiðslu og skipan, sum byrjar eftir summarsteðgin

Árni Johan Petersen er ph.d. og adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini. Súsanna, Kalpana og Árni eru fasta undirvísingartoymið á leiðsluútbúgvingini, umframt at føroyskir og útlendskir gestaundirvísarar eru við á hvørjari lestrarhálvu og greiða frá sínum royndum og sínari gransking í leiðslu