Nýggj leiti
6 greinar um føroyskar barnabøkur 2003-2009
Sætta Setursritið er nú givið út. Hesaferð er tað um føroyskar barnabøkur frá 2003-2009.
Í bókini eru 6 greinar, sum upprunaliga eru skrivaðar sum námsritgerðir í sambandi við lestur á Føroyamálsdeildini. Fýra greinar eru um eina barnabók hvør, og tvær teirra taka støði í einum úrvali av barnabókum. Greinarnar snúgva seg um ymisk evni innan barnabókagransking. Millum annað um frásøgufólk, frásøguhátt, tilætlaðar lesarar, myndir og tekstir og samanspæl teirra millum, hugburð til børn, og tekstgreining.
Høvundarnir eru Tóta Árnadóttir, Paula Gaard, Mortan Ólason Vang, Óli Jákup Niclasen og Asta Wolles Eiðisgarð. Tóta Árnadóttir hevur skrivað greinarnar "Mynd og tekstur í nýggjum føroyskum myndabókum fyri børn og barnabókum við myndum" og "Hugfloygdar pisur - Barnaímyndir og hugburður til børn í nýggjum føroyskum smábarnabókum", Paula Gaard hevur skrivað "Sigursteinurin - ein móttøkufrøðilig viðgerð", Mortan Ólason Vang "Í Geyma - tekstslag, skaldsligar snildir, sjónarhorn og móttakarar", Óli Jákup Niclasen "Frásøgufólk, tilætlaðir lesarar og aðrar skaldsligar snildir í Kom yvirum, Hugo" og Asta Wolles Eiðisgarð hevur skrivað "Kom yvirum, Hugo - ein tekstgreining".
Bókin er 180 síður við litmyndum. Ritstjóri er Turið Sigurðardóttir.
Bókin kann keypast hjá Sprotanum og í bókahandlum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...