Lestrarbyrjan19.jpg
20.08.2019
Setrið Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

Nýggj lesandi og nýggj útbúgving byrjað

Eins og aðrastaðni á Fróðskaparsetrinum byrjaðu nýggj lesandi á Føroyamálsdeildini mánadagin.

Umframt lesandi í føroyskum er tað serliga í ár, at nýggja útbúgvingin í listaligum arbeiði byrjar. Útbúgvingin er býtt sundur í tvær leiðir, ritlist og tónlist.

Í alt 12 byrja at lesa BA í føroyskum máli og bókmentum, 1 byrjar hjánámslestur og 6 nýggj lesandi leggjast afturat á MA-náminum.

Til útbúgvingina í listaligum arbeiði vóru 26 umsóknir. Av teimum fingu 16 tilboð um lestrarpláss, og 15 byrja, 9 á ritlist og 6 á tónlist.

Hóast hesar báðar útbúgvingarnar á Føroyamálsdeildini ikki líkjast og hava hvør sínar serligu arbeiðshættir, verða ivaleyst fleiri sínámillum ágóðar, sum fara at styrkja lestrarumhvørvið á deildini og verða kveikjandi og mennandi fyri tey lesandi hvør sær og í felag.

Talið av fulltíðarlesandi á Føroyamálsdeildini er 52.