Lívfrøðilesandi.JPG
05.09.2018
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nýggj lívfrøðilesandi

Í ár hava 12 tikið av lestrartilboði í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini.

Av hesum lesa 5 mýlalívsvísindi, 4 vistfrøði og 3 havlívfrøði. Innleiðsla fyri hesi, eins og fyri øll nýggj lesandi á Setrinum, byrjaði mánadagin 20. august, og vórðu tey boðin vælkomin og ymisk hent kunning varð givin.

Hesi nýggju lívfrøðilesandi fara at hava sína dagligu gongd í Sjóvinnuhúsinum, har Náttúruvísindadeildin nú heldur til. Mikudagin í somu viku skipaðu mentorarnir fyri morgunmati og síðani postarenning í Sjóvinnuhúsinum, soleiðis at tey nýggju lesandi lærdu húsið at kenna og fingu eitt gott innlit í, hvussu tað verður brúkt. Eftir ein góðan miðmála var spurnakapping á skránni. Dagurin var sera væleydnaður, og vit á Náttúruvísindadeildini vilja takka mentorunum fyri hetta frálíka tiltakið.

Vit ynskja teimum nýggju lesandi hjartaliga vælkomnum á Náttúruvísindadeildina.