Skriva út

Nýggj lóg samtykt

Nýggj lóg er samtykt fyri Fróðskaparsetur Føroya. Lógaruppskotið bleiv samtykt við nøkrum fáum broytingum. Her kanst tú síggja lógaruppskotið og broytingaruppskotini.


Uppskot til løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya

Kapittul 1 

Virkisøki

§ 1. Lógin er galdandi fyri Fróðskaparsetur Føroya (University of Faroe Islands).

Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya er sjálvsognarstovnur undir eftirliti av landsstýrismanninum, við viðtøkum, sum landsstýrismaðurin góðkennir.

Stk. 3. Fróðskaparsetur Føroya fevnir um verandi Fróðskaparsetur Føroya, Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya og Føroya Læraraskúla.

Stk. 4. Landsstýrismanninum verður heimilað at leggja aðrar lærustovnar saman við Fróðskaparsetri Føroya, og at knýta at ella leggja saman við Fróðskaparsetri Føroya granskingardeplar, -stovnar, -kjarnur o.a. eftir neyvari reglum ásettar í kunngerð.

Kapittul 2

Endamál

§ 2. Fróðskaparsetur Føroya hevur til uppgávu at inna gransking og veita granskingargrundaða frálæru á hægsta altjóða stigi. Stovnurin skal tryggja javnbjóðis samspæl millum gransking og útbúgving, skal støðugt endurmeta strategisku valini og raðfestingarnar av útbúgvingunum og skal breiða út kunnleika um vísindalig háttaløg, ástøði og úrslit.

Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya hevur granskingarfrælsi. Stovnurin hevur skyldu til at verja hetta frælsið, eins og stovnurin skal verja vísindaliga etikkin.

Stk. 3. Fróðskaparsetur Føroya skal samstarva við føroyska samfelagið og skal virka fyri menning av altjóða samstarvi. Granskingar- og útbúgvingarúrslit stovnsins skulu umframt at medvirka til sannkenning av okkum sum mennisku í víðasta høpi eisini medvirka til at fremja vøkstur og vælferð í samfelagnum.

Stk. 4. Fróðskaparsetur Føroya er hægsti vitanar- og mentanarberandi stovnur landsins og skal hava livandi samskifti um vitan og førleikar við samfelagið og eggja starvsfólkunum til at taka lut í almenna orðaskiftinum.

Kapittul 3

Útbúgvingar

§ 3. Fróðskaparsetur Føroya ger uppskot um, hvørji útbúgvingartilboð skulu vera á hvørjum fakøki. Útbúgvingartilboð skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

Stk. 2. Neyvari reglur um útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, sum er góðkend sbrt. stk. 1, verður ásett í løgtingslóg ella kunngerð.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin skipar fyri eftirmeting av stovni og útbúgvingum. Eftirmetingar verða gjørdar av uttanlands serfrøðingum og fara fram fjórða hvørt ár.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta felags reglur fyri útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya, herundir um námsstig, løggilding og góðskumeting. Reglurnar kunnu eisini fevna um tær útbúgvingar, sum eru skipaðar við løgtingslóg.

§ 4. Fróðskaparsetur Føroya kann bjóða hesar fulltíðarútbúgvingar:

1) Bachelorútbúgving, sum telur 180 ECTS námsstig.

2) Bachelorútbúgving, ið er yrkisrættað, sum telur upp til 240 ECTS námsstig.

3) Masterútbúgving, sum telur 120 ECTS námsstig.

4) Ph.D.-útbúgving, sum telur 180 ECTS námsstig.

Stk. 2. Eitt fulltíðar lestrarár samsvarar við 60 ECTS námsstig.

Stk. 3 Námsstigini verða tillagað soleiðis at tey til ein og hvørja tíð eru í samsvari við altjóða ásetingar. Broytt námsstig verða ásett í kunngerð, sbr. § 3, stk. 4.

§ 5. Fróðskaparsetur Føroya kann loyva lesandi at taka partar av útbúgving á útlendskum lærustovni.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur fyri útbúgving sambært stk. 1. og fyri útskriving av prógvi í hesum sambandi.

§ 6. Fróðskaparsetur Føroya kann bjóða ískoytisútbúgvingar, parttíðarútbúgvingar og eftirútbúgvingar eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.

Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya kann bjóða parttíðarútbúgvingar, ið kunnu vera partar av góðkendum fulltíðarútbúgvingum á stovninum.

§ 7. Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri lestrarvegleiðing, vegleiðing um útbúgvingarviðurskifti, skiftislesnaði og yrkismøguleikum fyri tey lesandi.

Kapittul 4

Bygnaður

§ 8. Fróðskaparsetur Føroya verður stjórnað av einum stýri.

Stk. 2. Rektari leiðir Fróðskaparsetur Føroya innan karmar, sum stýrið ásetir.

Stýrið

§ 9. Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya eru sjey limir. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri 4 ár í senn, tó so at studentaumboð verður tilnevnt fyri eitt ár í senn.

Stk. 2. Stýrislimir og varalimir verða tilnevndir soleiðis: Fýra limir og fýra varalimir verða tilnevndir uttaneftir eftir landsstýrismansins avgerð. Tveir stýrislimir og tveir varalimir verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya. Ein stýrislimur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá teimum lesandi.

Stk. 3. Limirnir uttaneftir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Tilnevndu limirnir skulu til samans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Stk. 4. Stýrið velur formann og næstformann millum teir av landsstýrismanninum uttaneftir tilnevndu stýrislimir.

Stk. 5. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.

§ 10. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um, hvussu tilmæli av umboðum fyri starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya fer fram, sbrt. § 9, stk. 2.

Stk. 2. Samsýning til stýrislimir skal góðkennast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

§ 11. Stýrið er evsti myndugleiki á stovninum og hevur ábygdina av virksemi stovnsins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar.

Stk. 2. Stýrið tekur sær av áhugamálunum hjá Fróðskaparsetri Føroya sum útbúgvingar- og granskingarstovni, ásetir bygnað og tekur avgerð um langtíðarvirksemi og menning.

Stk. 3. Stýrið skal fyrisita tilfeingi Fróðskaparsetursins soleiðis, at tað gagnar endamáli stovnsins á besta hátt.

Stk. 4. Stýrið góðkennir eftir tilmæli frá rektara fíggjar- og virksemisætlan Fróðskaparsetursins, herundir býti av játtan og øðrum tilfeingi, og undirskrivar roknskapin.

Stk. 5. Stýrið ger viðtøkur fyri stovnin, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna sbr. § 1, stk. 2.

§ 12. Um stýrið á ólógligan hátt setir framtíð stovnsins í vanda, og sýtir boðum at fáa viðurskiftini í rættlag, kann landsstýrismaðurin áleggja stýrinum at leggja frá sær og í hesum sambandi útnevna eitt fyribils stýri, til nýtt stýri er sett.

§ 13. Neyvari reglur um vísindastarvsetanir og starvsloysn verða ásettar í viðtøkunum.

Stk. 2. Stýrið setir og loysir úr starvi rektara. Stýrið setir og loysir úr starvi dekanar og fyrisitingarstjóra eftir tilmæli frá rektara.

Stk. 3. Stýrið hevur ikki heimild at taka avgerð í einstaklingsmálum um studentar ella onnur starvsfólk enn tey, ið eru nevnd í § 13, stk. 2.

Rektari v.m.

§ 14. Rektari hevur dagligu leiðsluna av Fróðskaparsetri Føroya innan teir karmar, sum stýrið hevur ásett. Dekanar og fyrisitingarstjóri røkja sínar uppgávur við heimild frá rektaranum.

Stk. 2. Rektari skal hava royndir av leiðslu og kunnleika um granskingarumhvørvi, skal hava royndir og innlit í útbúgvingarøkið og hava skil fyri samspælið millum stovnin og samfelagið sum heild.

Stk. 3. Rektari setir og loysir úr starvi starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya, sbr. tó § 13, stk. 2, 2. pkt.

§ 15. Dekanur skal vera granskari á viðkomandi granskingarøki og hava royndir og innlit í universitetsútbúgvingar, gransking, leiðslu og samanspælið millum stovnin og samfelagið sum heild.

Stk. 2. Stýrið setir ein av dekanunum sum vararektara eftir tilmæli frá rektaranum.

Megindeildir o.a.

§ 16. Gransking fer fram á megindeildum, deplum og granskingarkjarnum, ið eru knýttar at Fróðskaparsetri Føroya. Undirvísing fer fram í eindum undir megindeildum, sum stýrið góðkennir eftir tilmæli rektarans.

Stk. 2. Dekanur hevur leiðsluna av megindeild, tryggjar samanhang millum gransking og útbúgving og dygdina í útbúgvingum og undirvísing.

Stk. 3. Dekanur hevur vísandi til rektaran ábyrgdina av, at øll gransking, undirvísing og annað virksemi á megindeild, eind v.m. fer fram sambært reglum og málum, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur sett sær.

§ 17. Til tess at tryggja dygdina í útbúgving og undirvísing, setur dekanur lestrarráð eftir tørvi.

Stk. 2. Stýrið ásetir í viðtøkum eftir tilmæli frá rektara neyvari reglur fyri skipan, uppgávur og virksemi hjá lestrarráði.

Stk. 3. Í hvørjum lestrarráði er sama tal av vísindaligum starvsfólkum og studentum, ið verða vald av ávikavist vísindaligum starvsfólkum og studentum.

Stk. 4. Lestrarráð velja formann millum vísindaligu umboðini og næstformann millum studentaumboðini.

§ 18. Til tess at ráðgeva rektara og stýri, verður heimilað rektara at seta akademiskt ráð. Stýrið ásetir valreglur og starvsskipan eftir tilmæli frá rektara.

Kapittul 5

Fíggjarviðurskifti

§ 19. Fróðskaparsetur Føroya verður fíggjað við stuðli á løgtingsfíggjarlógini.

Stk.2 . Fróðskaparsetur Føroya kann taka móti stuðli frá øðrum. Tílíkur stuðul má ikki ávirka verandi yvirskipaðu útbúgvingar- og granskingarætlanirnar.

§ 20. Fróðskaparsetur Føroya er umfatað av lóg um landsins almenna roknskaparhald v.m.

Kapittul 6

Ymiskar ásetingar

§ 21. Løgtingslóg um fyrisitingarlóg og løgtingslóg um alment innlit í fyrisitingina eru galdandi fyri fyrisitingina hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera av, at Fróðskaparsetur Føroya skal hava felags fyrisitingarligar skipanir við aðrar stovnar.

§ 22. Verður Fróðskaparsetur Føroya tikið av, skulu ognir stovnsins latast til undirvísingar- og granskingarendamál í samsvari við viðtøkurnar hjá stovnunum.

Kapittul 7

Skiftisreglur

§ 23. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta í kunngerð aðrar skiftisreglur eitt nú um viðurskifti hjá studentum, sum eru farnir undir lestur fyri 1. august 2008.

Stk. 2. Í sambandi við, at aðrir lærustovnar verða lagdir saman við Fróðskaparsetur Føroya, sbr. § 1, stk. 4, verða skiftisreglur ásettar í kunngerð.

Stk. 3. Rektari sbrt. § 13, stk. 2, 1. pkt. verður settur fyrstu ferð 1. oktober 2008.

Stk. 4. Rektararnir á Føroya Læraraskúla og Føroya Sjúkrarøktarfrøðiskúla verða fakleiðarar fyri ávikavist læraraútbúgvingina og sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya, við somu lønartreytum restina av setanarskeiðum teirra.

Kapittul 8

Gildiskoma

§ 24. Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2008. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 65 frá 21.05.1987 um Fróðskaparsetur Føroya, Universitas Færoensis, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 13. juni 1995.

B r o y t i n g a r u p p s k o t:

1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:

“Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya er almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, har hetta er ásett í hesi lóg.”

2) § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis:

“Stk. 3. Fróðskaparsetur Føroya, Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya og Føroya Læraraskúli verða lagdir saman undir navninum Fróðskaparsetur Føroya.”

3) § 1, stk. 4 verður strikað.

4) Eftir Kapittul 2 verður ”Endamál” broytt til: Uppgávur”, og § 2 verður orðað soleiðis:

”§ 2. Uppgáva Fróðskaparsetur Føroya er at inna gransking og veita frálæru sambært § 3. Endamálið er at grunda alla frálæru á gransking og veita frálæru á hægsta altjóða stigi. Stovnurin skal tryggja samanhang millum gransking og útbúgving og tryggja samfelagsligar raðfestingar og fyrilit í hesum sambandi. Raðfestingarnar av uppgávunum skulu støðugt eftirmetast. Stovnurin skal breiða út kunnleika og eggja til orðaskifti um vísindalig háttaløg, ástøði og úrslit.

Stk. 2. Uppgávurnar verða røktar innan teir karmar, ið eru ásettir í hesi lógini, í lógum, sum skipa útbúgvingar og uppgávur hjá stovninum nærri, ella í kunngerðum, ásettum við heimild í hesum lógum. Fróðskaparsetur Føroya hevur granskingarfrælsi. Stovnurin hevur skyldu til at verja hetta frælsið, eins og stovnurin skal verja vísindaliga siðalæru.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann ikki geva Fróðskaparsetri Føroya tænastuboð viðvíkjandi teimum uppgávum, ið eru fevndar av hesi grein.

5) § 3 verður orðað soleiðis:

”§ 3. Neyvari reglur um útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya verða ásettar í løgtingslóg. Um nærri reglur um ávísa útbúgving ikki eru ásettar í løgtingslóg, skulu slíkar reglur ásetast í kunngerð.

Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya skal støðugt endurmeta raðfestingarnar av útbúgvingum og gera uppskot um, hvørji útbúgvingartilboð skulu vera á hvørjum fakøki.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin viðger uppskot sambært stk. 2 og skipar fyri eftirmeting av stovni og útbúgvingum sum grundarlag fyri møguligum tillagingum í kørmunum sambært stk. 1. Eftirmetingar verða gjørdar av uttanlands serfrøðingum og fara fram fjórða hvørt ár.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta felags reglur fyri útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya, herundir um námsstig, løggilding og góðskumeting. Reglurnar kunnu eisini fevna um tær útbúgvingar, sum eru skipaðar við løgtingslóg.”

6) Í § 5, stk. 2 verður ”kann áseta” broytt til: ”ásetir”.

7) § 11, stk. 4 og 5 verða orðað soleiðis:

“Stk. 4. Fíggjarætlan Fróðskaparsetursins verður send landsstýrismanninum til góðkenningar.

Stk. 5. Stýrið ger starvsskipan fyri virksemið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna.”

8) Í § 13, stk. 1 verður orðið “viðtøkunum” broytt til “starvsskipanini”.

9) Í § 17, stk. 2 verður orðið “viðtøkum” broytt til “starvsskipan”.

10) Í § 19, stk. 1 verður orðið “stuðli” broytt til “játtan”.

11) § 19, stk. 2 verður orðað soleiðis:

“Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya kann hava inntøkufíggjað virksemi og taka móti stuðli frá øðrum. Tílíkur stuðul má ikki ávirka verandi yvirskipaðu útbúgvingar- og granskingarætlanirnar.”

12) §§ 20, 21, stk. 1, 22 og 23, stk. 2 verða strikaðar. §§ 21 – 24 verða hereftir §§ 20 – 22.

13) Yvirskriftin ”Ymiskar ásetingar” undir kapitli 6 verður broytt til ”Felags fyrisitingarligar skipanir”.

Viðmerkingar

Til nr. 1.

Sambært ásetingini er Fróðskaparsetur Føroya almennur stovnur, sum skal fylgja øllum reglum, ið eru galdandi fyri almennar stovnar. Sambært lógini hevur stovnurin tó í mun til vanligar almennar stovnar nøkur frábrigdi, sum m.a. hava sum endamál at tryggja granskingarfrælsi stovnsins, og ásett er tí, at stovnurin virkar óheftur av politisku skipanini, har tað er ásett í lógini. Dømi um hetta er § 2, stk. 3, har ásett er, at landsstýrismaðurin ikki kann geva stovninum tænastuboð viðvíkjandi teimum í § 2 ásettu uppgávunum hjá Fróðskaparsetrinum.

Til nr. 2

Við broyttu orðingini verður greitt tilskilað, at samanleggingin av stovnunum hevur við sær, at framtíðar navnið á samanlagda stovninum verður “Fróðskaparsetur Føroya”.

Til nr. 3

Rættast er, at einhvør samanlegging av stovnum verður gjørd á samlíkan hátt. Við hesi lógini verða stovnarnir lagdir saman við lóg. Ein framtíðar samanlegging eigur somuleiðis at verða gjørd við lóg. Er talan um smærri eindir ella kjarnur, sum ikki eru stovnar, skipaðir við lóg, so verður møguligt at leggja hesar afturat Fróðskaparsetrinum við avtalu.

Til nr. 4

Sambært stk. 1 er uppgávan hjá Fróðskaparsetrinum at inna gransking og veita granskingargrundaða bachelor- og masterútbúgving, granskaraútbúgving og eftir- og víðariútbúgving á altjóða støði. Stovnurin skal tryggja javnbjóðis samspæl millum gransking og útbúgving, og hartil skal stovnurin tryggja samfelagsligar raðfestingar og neyðturvilig samfelagslig fyrilit í sambandi við gransking og útbjóðing av útbúgvingum.

Fróðskaparsetur Føroya skal inna grundgransking í sjálvum sær og tryggja tað fakliga og vísindaliga støðið undir teimum granskingargrundaðu útbúgvingunum, ið lærustovnurin bjóðar. Fróðskaparsetrið skal samskifta um sína vitan og sínar førleikar við samfelagið og eggja starvsfólkunum til at taka lut í almenna orðaskiftinum og soleiðis medvirka til samfelagsmenningina. Her verður eisini hugsað um samstarv við aðrar granskingarstovnar, myndugleikar og vinnulív. Hugsað verður her um leiklutin, sum universitetini hava í nútímans samfelagnum, har vitanin, ið verður savnað og skapað, kemur samfelagnum til góðar, eins væl og vitanin í samfelagnum kemur universitetunum til góðar. Hetta er fortreytin fyri, at Fróðskaparsetur Føroya kann gerast ein týðandi drívmegi í samfelagsmenningini. Ásetingin um at breiða út kunnleika og eggja til orðaskifti er eisini ætlað at stuðla upp undir hesa uppgávu og at menna demokratiska orðaskiftið í samfelagnum.

Granskingarfrælsi er avgerandi til tess at menna dygdina í teimum granskingargrundaðu útbúgvingunum. Orsøkin til ásetingina í stk. 2 er í fyrsta lagi meginreglulig, í øðrum lagi er ásetingin ein natúrlig avleiðing av, at útbúgving og gransking í størri mun fara at vera samfealgsliga raðfest. Undirveristetið hevur eisini skyldu til at verja vísundaliga etikkin. Hetta merkir, at granskingin skal innast við fyriliti fyri teimum meginreglum, sum eru galdandi í etiskum spurningum og við virðing fyri teimum etisku spurningunum, sum eru knýttir at gransking.

Til tess at tryggja, at politiska skipanin ikki leggur seg út í innanhýsis viðurskifti á undirvísingar- og granskingarøkinum, verður í stk. 3 ásett, at landsstýrismaðurin ikki kann geva stovninum tænastuboð viðvíkjandi uppgávunum, sum eru ásettar í § 2.

Til nr. 5

Tá ið útbúgvingartilboð er góðkent, verða neyvari reglur um sjálva útbúgvingina ásettar í kunngerð.

Yvirskipaðu reglurnar fyri útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya eru ásettar í kunngerð, meðan reglurnar um tvær av teimum útbúgvingunum, sum stovnurin bjóðar út eftir samanleggingina, læraraútbúgvingin og sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin, eru ásettar í løgtingslóg. Við broytingaruppskotinum verður hædd tikin fyri hesum í stk. 1, 1. pkt. og stk. 4, 2. pkt.

Stk. 2. er ein partvís samanskriving av § 2, stk. 1 (um eftirmeting av raðfestingum av útbúgvingum) og § 3, stk. 1. Fróðskaparsetur Føroya ger ítøkilig og neyvt greinað uppskot til útbúgvingartilboð frá Fróðskaparsetri Føroya, sum lærustovnurin skal kunna bjóða út. Tað er upp til stovnin at gera av, nær ymsu útbúgvingartilboðini verða boðin út. Her skal stovnurin gera heildarmetingar av samfelagstørvi á útbúnum fólki, tøkari undirvísingar- og granskingarorku og tilfeingi annars.

Stk. 3. er víðkað við eini partvísari samanskriving av § 3, stk. 1. Sambært ásetingini viðger og góðkennir landsstýrismaðurin tilboðini, áðrenn tey verða boðin út, eins og reglur um útbúgvingarnar skulu verða ásettar í kunngerð, sbr. stk. 1. Herumframt skal landsstýrismaðurin síggja til, at fakligar eftirmetingar verða gjørdar fjórða hvørt ár av uttanlands serfrøðingum. Hesar eftirmetingar eru partar av akkrediteringsskipanini, sum Mentamálaráðið skal skipa fyri og bera kostnaðin av fyri at liva upp til krøvini í Bolognayvirlýsingini. Um eftirmetingarnar staðfesta, at álvarsligir trupulleikar eru á stovninum ella í einum útbúgvingartilboði, skal stovnurin við hóskandi freist hava høvi at rætta hesar trupulleikar, áðrenn landsstýrismaðurin kann taka aftur góðkenning av útbúgvingartilboði.

Til nr. 6

Broytingin skal tryggja, at neyvari reglur um møguleikan at taka partar av útbúgving á útlendskum lærustovni og um útskriving av prógvi í hesum sambandi verða ásettar í kunngerð. Reglurnar snúgva seg um góðskriving/avriksflutning, undangóðkenning og krøv um skjalprógv frá øðrum lærustovnum.

Til nr. 7

Á sama hátt sum við øðrum almennum stovnum við ávísari frástøðu til politisku skipanina, t.d. Kringvarpi Føroya, verða fíggjarætlanin og starvsskipanin løgd landsstýrismanninum til góðkenningar. Ásetingin hevur sum endamál at tryggja, at fíggjarætlanin og starvsskipanin eru í samsvari við galdandi játtanar- og lógarkarmar. At landsstýrismaðurin skal góðkenna fíggjarætlanina gevur tó ikki landsstýrismanninum heimild at geva stovninum tænastuboð um innanhýsis raðfestingar, sbr. § 2, stk. 3.

Til nr. 8 og 9

Av tí at heitið sjálvsognarstovnur verður strikað, verður orðið viðtøkur broytt til starvsskipan.

Til nr. 10

Tað verður regulerað á sjálvari fíggjarlógini, hvat slag av játtan stovnurin fær, og sum er, verður Fróðskaparsetur Føroya fíggjað við eini rakstrarjáttan.

Til nr. 11

Í mun til upprunauppskotið verður sett inn í § 19, stk. 2, at Fróðskaparsetrið eisini kann hava inntøkufíggjað virksemi. Við broytingini er greitt, at inntøkufíggjað virksemi og stuðul skal á fíggjarlógina, eins og hjá øðrum stovnum.

Til nr. 12

Lógin um roknskaparhald landsins, fyrisitingarlógin og lógin um innlit í fyrisitingina eru galdandi fyri Fróðskaparsetur Føroya, sbr. broyttu orðingina í § 1, stk. 2, og tí er óneyðugt at áseta hetta enn einaferð. Tí verða §§ 20 og 21, stk. 1 strikaðar. Av tí at Fróðskaparsetur Føroya bert kann takast av við lóg, verður § 22 strikað. Um § 23, stk. 2 verður víst til viðmerkingarnar til broyting nr. 3.

Til nr. 13

Eingin viðmerking.

Soleiðis broytt tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 29. mai 2008. Broytingaruppskot frá Mentanarnevndini samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 30. mai 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0. Málið avgreitt.