21.10.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýggj navnabók

Hjalmar P. Petersen hevur givið út nýggja navnabók.


Forlagið Málseta hevur givið nýggja navnabók út, eftir Hjalmar P. Petersen.
 
Í tíðindaskrivi verður greitt frá, at bókin byggir á at kalla øll nøvn, sum eru brúkt í Føroyum í dag. Her fæst at vita, hvat navnið kann ella man merkja, hvussu nógv ið itu navnið í 2010, og hvussu nógvir ymiskir stavihættir eru av navninum. Innihaldið í bókini byggir á ein lista, sum høvundurin fekk frá Landsfólkayvirlitinum fyrst í 2000.

Nýggja navnabókin endurspeglar sostatt hvørji nøvn vera brúkt manna millum, heldur enn at leggja seg upp at vegleiðandi listanum við fólkanøvnum, sum Navnanevndin evnaði til í 1992. Sambært høvundinum sæst her, fyri fyrstu ferð í bókarformi, hvussu føroyingar veruliga eita. Bókin vísir tað fjølbroytni, sum er í føroyskari navnagávu, og virðir føroyskan navnasið, sum hann er, sigur Hjalmar P. Petersen.  

Føroya Prent hevur prentað. Stuðlað útgávuni hava: Fjølrit, P/F Luna í Sandavági, Mentanargrunnur Landsins, Varðin (sum gevur út tíðarritið "Varðin") og Vága Kommuna.