Nýggj nevnd í Mentanargrunni Landsins
Nýggja nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur havt fyrsta fundin við Jenis av Rana, landsstýrismann. Nýggjur formaður er Poul F. Guttesen, lektari á Námsvísindadeildin
Á fundinum takkaði landsstýrismaðurin fyri, at nýggju limirnir hava tikið við áheitanini, og vísti á, at hetta er eitt serligt ár fyri Mentanargrunnin, sum í mai fyllir 75 ár.
Í nevndini eru fimm limir, og hvør limur hevur ein varalim. Landsstýrismaðurin velur sjálvur tríggjar limir, og tveir limir verða valdir eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Treytin fyri nevndarsamansetingini er, at hon skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.
Nýggir limir og varalimir, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, valdi til nevndina:
Poul Guttesen, sum eisini er formaður.
Varalimur: Nils Ohrt.
Erland Tvørfoss, sum er næstformaður.
Varalimur: Dávur Winther.
Hedvig Westerlund-Kapnas.
Varalimur: Rønn Eliasen.
Nýggir limir og varalimir eftir tilmæli frá LISA:
Hansina Iversen.
Varalimur: Gunnvá Zachariasen.
Hans Pauli Tórgarð.
Varalimur: Bárður Persson.
Bara ein av nývaldu limunum hevur áður sitið sum varafólk, annars er øll nevndin púra nýggj. Hon situr í fýra ár – frá 1. januar 2021 og til 31. desember 2024.
Uppgávan hjá Mentanargrunninum er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum – bæði hjá leikum og lærdum. Til at náa hesum endamáli umsitur grunnurin meginpartin av almenna stuðlinum, sum verður veittur til mentan og list, umframt íverksetarastuðulin og starvslønirnar.
Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...