Nýggj ph.d.-verkætlan
07.10.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýggj ph.d.-verkætlan

Hallbera F. West er stjórnmálafrøðingur og farin undir eina ph.d.-verkætlan, sum ber heitið "Lóggávutingið heldur skil á stjórnini - ein spurningur um fólkaræði og dygd".


Ástøðiligi parturin av verkætlanini snýr seg um týdningin av ábyrging (accountability) fyri dygdina av skipanum við fólkaræði. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á sambandið millum lóggávutingið og stjórnina, t.e. millum løgting og landsstýri. Empiriski parturin av verkætlanini er út frá føroyskum og donskum viðurskiftum at gera eina samanberandi kanning av, hvussu ymisk amboð roynast í verki. Eitt nú hvussu skipanin við umboðsmanni og aðrir eftirlitsmøguleikar hjá lóggávutinginum virka.

Hallbera hevur arbeiðspláss á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu. Vegleiðari hennara er Beinta í Jákupsstovu, dr.polit., adjungeraður lektari á Setrinum og 1. amanuensis á Høgskolen i Molde.

Fróðskaparsetrið, Aarhus Universitet og Granskingarráðið fíggja verkætlanina saman.