Nýggj skiftisavtala innan Gender Studies
Søgu- og Samfelagsdeildin í nýggjum samstarvi við Institut for Kultur & Globale Studier (Aalborg Universitet).
Nordplus hevur játtað stuðul til nýggja skiftisavtalu millum Søgu- og Samfelagsdeildin og Institut for Kultur & Globale Studier (Aalborg Universitet). Talan er um avtalu fyri undirvísarar og granskarar , ið arbeiða við ‘Gender Studies’ (kynsfrøði) í tvørfakligum samfelagsvísindum.
Endamálið er at menna strategiskt samstarv innan ‘Gender Studies’, har m.a. hugt verður at munum og líkleikum millum norðurlond. Ætlanin er at fáa ágóða av førleikunum og tilfeinginum hjá hvørjum øðrum. Málið er fyrst og fremst at undirvísa og vegleiða hjá hvørjum øðrum, at skapa nýtt undirvísingartilfar, og at fyrireika eina skiftisavtalu fyri lesandi á hesum báðum stovnunum.
Aalborg Universitet hevur tveir sera áhugaverdar deplar fyri kynsgranskarar: FREIA (Center for Gender Research) og CeMAS (Center for Masculinity Research). Firouz GAINI samskipar verkætlanina.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...