verkfrøði (2).png
17.05.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nýggj útbúgving í verkfrøði

Fróðskaparsetrið bjóðar nú nýggja bachelorútbúgving, har lesandi fáa grundleggjandi praktiskan førleika til og vitan um verkfrøði, so tey eftir lokið prógv eru til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum

Vilt tú hava holla vitan og praktiskan førleika í verkfrøði, so er at søkja inn á Náttúruvísindadeildina, sum bjóðar út nýggja bachelorútbúgving eftir summarsteðgin.

Útbúgvingin í verkfrøði tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing hjá eini fyritøku ella einum stovni.

Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tú aftan á tvey tey fyrstu árini kanst velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella el-verkfrøði.

Lykil til arbeiðsmarknaðin

Starvsvenjing er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tú ert til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.

Útbúgvingin endar við eini bachelorverkætlan, har tú fært høvi til at seta teg serliga væl inn í eitt evni, sum tú hevur lært um í útbúgvingini.

Bachelorverkætlanin kann t.d. gerast í samstarvi við stovn ella fyritøku, har tú var í starvsvenjinging.

Stórur dentur verður lagdur á evni sum burðardygd í t.d. bygging, orkuveiting, orkunýtslu og vitan um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri samfelag og umhvørvi.

Lesið meira um útbúgvingarnar og síggið nøkur lesandi greiða frá her.

Umsóknarfreist er 1. juli.