korona-mynd-1.jpg
Føroyar vóru eitt av fyrstu londunum í heiminum at basa Covid-19. Nú er nýggj vísindalig grein útgivin við sera forvitnisligum talvum av smittuslóðunum
Brynhild Thomsen
01.02.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Nýggj útgáva um føroyska koronugransking

Enn ein vísindalig grein er útgivin um føroyska koronugransking, hesaferð í tíðarritinum Emerging Infectious Diseases hjá Centers for Diseases Control and Prevention

Eitt toymi av 11 granskarum í Føroyum hava fingið útgivið nýggja grein um koronusjúkuna í vísindaliga tíðarritið, Emerging Infectious Diseases.

Greinin eitur "Epidemiology and Clinical Course of First Wave Coronavirus Disease Cases, Faroe Islands".

Føroyar vóru eitt av heimsins fyrstu londum, har tað hepnaðist at basa fyrstu bylgjuni av koronusjúkuni, tá 187 tilburðir vórðu staðfestir millum 3. mars og 22. apríl 2020.

Tíðliga varð nógv lagt fyri at kanna og smittuspora, og saman við partvísari afturlating av samfelagnum, eydnaðist at fáa bilbugt við smittuna.

Smittuslóðir vórðu neyvt skrásettar við at tosa við sjúklingar um teirra samband við onnur, og serliga varð dentur lagdur á at finna fram til, hvaðani tey kundu havt fingið smittuna.

Tey flestu sjúkueyðkennini vóru fepur, høvuðpína og hosti, men 11,2 prosent av sjúkutilburðunum vóru uttan sjúkueyðkenni.

Av teimum 187 tilburðunum vórðu átta innløgd á sjúkrahús, men eingin á intensiv, og eingin lat lív.

Sokallað super-útbreiðsla var eyðsýnd, tí tey flestu í øðrum liði kundu sporast aftur til bara trý smittað fólk.

Í greinini er ein forvitnislig mynd, har allar smittuketurnar eru vístar:

Marnar Fríðheim Kristiansen, sum er ein av granskarunum í toyminum, skrivar á twitter, at hendan talvan er serliga áhugaverd.

- Allar smittuketurnar frá fyrstu bylgju eru vístar. Hugtakandi at síggja, hvussu COVID-19 smittar. Teir flestu tilburðirnir elvdu til fáar ella ongar nýggjar tilburðir, meðan nøkur fá smittaðu meginpartin av restini.

Í toyminum, sum hevur skrivað vísindaligu greinina, eru 11 granskarar. Marnar F. Kristiansen, sum er høvuðsrithøvundi, Bodil H. Heimustovu, Sanna á Borg, Tróndur Høgnason Mohr, Hannes Gislason, Lars Fodgaard Møller, Debes H. Christiansen, Bjarni á Steig, Maria Skaalum Petersen, Marin Strøm, and Shahin Gaini.

Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, vísir á, at føroyskir granskarar sanniliga geva stórt íkast til at skilja og basa koronusjúkuni.

Av teimum 11 høvundunum eru fimm av granskarunum knýttir at Setrinum: Marnar F. Kristiansen, Hannes Gislason, Maria S. Petersen, Marin Strøm og Shahin Gaini

- Mong framúrskarandi úrslit eru fingin til vega í Føroyum við góðum samstarvi. Hendan útgávan í vísindaliga tíðarritinum hjá Centers for Disease Control and Prevention ber prógv um verulig og munagóð avrik hjá føroyska koronugranskingartoyminum, har fleiri av okkara starvsfeløgum á Fróðskaparsetrinum eru við.

Lesið greinina her.