Nýggj vísindafólk byrja á NVD
30.08.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nýggj vísindafólk byrja á NVD

Í september mánað byrja tvey nýggj vísindafólk í starvi á Náttúruvísindadeildini (NVD).


Tað eru Roland Kaschek og Qin Xin, ið verða ávikavist professari og lektari í kunningartøkni.

Roland Kaschek tók masterprógv í 1986, vardi PhD ritgerð í 1990 og Habilitation ritgerð í 2004. Síðstnevnda er ein vísindalig ritgerð, ið er kravd fyri at fáa starv á universitetum í summum londum. Roland Kaschek hevur serliga arbeitt við design og prototypu implementering av KT skipanum. Hann hevur eisini arbeitt við m.a. web kunningarskipanum og teldufrøði í mobilum skipanum.

Qin Xin tók masterprógv í 2002 og vardi PhD ritgerð í 2004. Hann hevur serliga arbeitt við algoritmum til at loysa samskiftistrupuleikar í m.a. tráðleysum netum. Eisini hevur hann arbeitt við m.a. bioinformatikk og dátugrevstri (“Data mining”).

Setanirnar eru liður í at menna hægri útbúgving og gransking í kunningartøkni á Fróðskaparsetrinum. Náttúruvísindadeildin bjóðar út eina bachelor útbúgving í KT-verkfrøði, sum hevur fingið sera góða undirtøku. Núverandi útbúgvingin varð fyrstu ferð boðin út í 2010, og næstu studentarnir verða tiknir inn á útbúgvingina í 2012. Bæði Roland Kaschek og Qin Xin verða nær knýttir at hesi útbúgvingini.