Bjørn Kunoy SSD.jpg (1)
Bjørn Kunoy, professari, hevur útgivið grein í Cambridge University Press
Brynhild Thomsen
01.09.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýggj vísindalig grein í Cambridge University Press

Í seinastu útgávu av Canadian Yearbook of International Law er grein hjá Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg, kallað “The Delimitation of Outer Continental Shelf Areas: A Critical Analysis of Courts´ and Tribunals´ Heterogeneous Approaches”

Síðani fyrsta marknatrætan við umskarandi ytru landgrunskrøvum (t.e. øki uttan fyri 200 fjórðingar frá grundlinjunum) varð latin altjóða havrættardómstólinum í Hamburg í 2012, eru nú sjey dóms- og gerðarrættarúrskurðir, ið viðgera slíkar marknatrætur. Seinasti úrskurðurin er frá november í fjør.

Felags fyri allar hesar træturnar er, at ytri landgrunskrøvini hjá stríðandi pørtunum ikki hava verið viðgjørd og eftirmett av landgrunsnevndini hjá ST. Umframt at hetta kann hava avbjóðingar fyri sjálva marknaásetingina, útgreinar Bjørn Kunoy eisini, hvussu slíkar marknaásetingar kunnu hava við sær avbjóðingar, tá tað snýr seg um grundir fyri, hvussu og undir hvørjum umstøðum løgdømi hjá einum altjóða dómstóli ella gerðarrætti skal útinnast.

Grundað á hetta, greiðir Bjørn Kunoy frá, undir hvørjum umstøðum dómstólar og gerðarrættir í øllum marknatrætunum, har partarnir hava umskarandi landgrunskrøv til øki uttan fyri 200 fjórðingar frá grunnlinjum, hava játtað at útinna løgdømi uttan mun til, at eingi viðmæli frá landgrunsnevndini hjá ST fyriliggja.

Sambært niðurstøðunum eru fýra ymiskir leistir, ið tó allir hava ávis felagstekin. Bjørn Kunoy kemur fram til, at serliga tveir leistir kunnu elva til órógv millum lond. Hetta tí at grundgevingarnar hjá dómstólunum og gerðarrættum fyri at útinna løgdømi eru at kalla ósambærligar. Hetta kemur fram í dómsúrskurði hjá altjóða dómstólinum í Haag í trætu millum Kolumbia og Nikaragua øðrumegin og dómsúrskurðurin hjá sama dómstóli í trætu millum Somalia og Kenya hinumegin.

Samandráttur av greinini kann lesast her.

Tíðarritið Canadian Yearbook of International Law verður útgivið av Cambridge University Press.