Nýggj vísindalig grein um haturstalu, politiskt talufrælsi og "cancel culture"
Nýggj vísindalig grein eftir Sigri M. Gaïni, phd-kandidat í politiskari filosofi, er útgivin í vísindaliga tíðarritinum "ATHENA - Critical Inquiries in Law, Philosophy and Globalization". Greinin er javnlíkamett.
Greinin Democratic Formation as the Response to a Growing Cancel Culture viðger vaksandi trupulleikan av sokallaðu "avlýsingarmentanini", ið fyrst av øllum sæst aftur á universitetum í USA.
Í greinini leggur Sigri M. Gaïni fram eitt nýtt argument: The Argument from Democratic Formation (á føroyskum: Argumentið um fólkaræðisliga myndan).
Hetta argumentið knýtir tvey vanliga mótsigandi sjónarmið, hvørt á síni síðu av kjakinum um politiskt talufrælsi, saman. Argumentið umboðar bæði tað sjónarmið, at lógir ímóti haturstalu eru neyðugar, og um somu tíð tað sjónarmið, at "cancel culture" ikki eigur at góðtakast í einum liberalum fólkaræði.
Greinin kann lesast frítt her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...