Kvinnufótbóltur.jpg
Gransking í úrvalsfótbólti fyri kvinnur hevur verið eftirbátur, men nú gera m.a. Magni Mohr og Peter Krustrup, granskarar, ein vørr á økinum (Foto: freerangestock.com)
Brynhild Thomsen
26.08.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Nýggj vitan um kvinnur í úrvalsfótbólti

Nýggj føroysk gransking vísir, at ymiskir vøddafysiologiskir tættir avgera kropslig avrik í úrvalsfótbólti hjá kvinnum

Nýggj gransking, sum hevur týdning fyri kropsliga venjing hjá úrvalsfótbóltsspælarum, kom alment fram í hesi vikuni.

Grein, sum kom út týsdagin, eitur "Skeletal muscle phenotype and game performance in elite women football players", og hon varð almannakunngjørd í arbeiðsfysiologiska tíðarritinum, "Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sport", sum hevði eina serútgávu um úrvalsfótbólt hjá kvinnum .

Vísindaliga serútgávan um kvinnufótbólt er her.

Rithøvundarnir eru Magni Mohr frá Fróðskaparsetrinum, sum er fyrsti rithøvundi og verkætlannarleiðari, umframt Ioannis G. Fatouros, Athanasios Z. Jamurtas, Dimitrios Draganidis, Martin Thomassen, Christina Ørntoft, Georgios Ermidis, Georgios Loules, Dimitrios Batsilas, Athanasios Poulios, Konstantinos Papanikolaou, Morten B. Randers, Peter Krustrup og Lars Nybo.

Verkætlanin er ein samstarvsverkætlan millum Setrið, Syddansk Universitet, University of Thessaly og Københavns Universitet.

Granskarnirnar hava á fyrsta sinni kannað sambandið millum vøddafænotypu, kropsligar førleikar og ymisk sløg av kropsligum avriki í veruligum úrvalsfótbóltsdystum hjá kvinnum.

Úrslitini vísa, at ymisk sløg av kropsligum avrikum í dysti hanga saman hagfrøðiliga við ymiskar vøddaskipanir. T.d. er fótbóltsúthaldni ella treysti tættast tvinnað saman við vøddaproteinum, sum stýra javnvágini av mjólkasýru og hydrogenjónum í arbeiðandi vøddanum, umframt vøddafipurtypu.

Harafturímóti hava førleikarnir til hart (intenst) arbeiði í dystum tættast samband við tær vøddaskipanir, sum stýra javnvágini av kaliumi, natriumi, klori og hydrogenjónum í vøddunum, meðan fótbóltsstyrki hongur best saman hagfrøðiliga við baklærsstyrki undir skjótum rørslum.

Allir hesir fysilogisku tættir, sum avgera kropslig avrik í dystum, kunnu stimbrast við rættari kropsligari venjing.

Granskingarverkætlanin, sum varð gjørd í Trikala í Grikkalandi, kemur við nýggjari vitan um sambandið ímillum avrik á vøllinum í dystum í úrvalsfótbólti hjá kvinnum og ymiskar vøddafysiologiskar skipanir. Henda vitanin er grundleggjandi fyri munadyggari kropsligari venjing hjá kvinnuligum úrvalsbóltleikarum.

Úrtak úr greinini kann lesast her

Lesið eisini grein um, hvussu lítið søguliga hevur verið granskað í úrvalsfótbólti hjá kvinnum, og hvussu roynt nú verður at broyta hesa ójavnvág, m.a. við grein sum hesari hjá Magna Mohr og teimum. Greinin kann lesast her.