Svein Ole.png
Arvafrøðiligu orsøkirnar til kyn hja sild hava ikki verið kannaðar fyrr
26.05.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nýggj vitan um kyn og sild

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, ph.d. hevur givið út vísindaliga grein í tíðarritinum Journal of Fish Biology, har hon hevur kannað arvafrøðiligu grundirnar til kyn hjá sild

Greinin byggir á úrslit frá hennara ph.d.-ritgerð, “Sequencing the North Atlantic herring (Clupea harengus) genome and development of a genetic stock management tool”, sum Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu vardi á Fróðskaparsetrinum fyrr í mánaðinum. Í greinini verður leitað eftir arvafrøðiligari orsøk til kyn í sild.

Fiskur hevur ikki altíð eins einfalda kynjaarvafrøði sum menniskju, har kvinnur hava tvey X-kromosom og menn hava eitt X- og eitt Y-kromosom. Í fiski er tað meira torskilt við ymiskum kromosomum og frávikum, sum kunnu hava ein leiklut í kynjaarvafrøðini.

Arvafrøðiligu orsøkirnar til kyn í sild hava ikki verið kannaðar fyrr.

Óvissa um ílegu

Sambandið millum arvalig frávik (SNParar) og kyn varð funnið. Tvey øki á sildaarvastronginum vórðu funnin, ið kunnu setast í samband við kynið á fiskinum. Tað vísti seg, at um sildin hevði einsykin avvik á hesum økjum, vóru tær kvennkyn, meðan kallfiskarnir høvdu hinsykin avvik. Tó var ikki møguligt at siga, hvør ílega á hesum økjum ávirkar kynið á sildini.
Viðhøvundar í greinini eru Svein-Ole Mikalsen og Hannes Gislason, Fróðskaparsetur Føroya, Eydna í Homrum og Jan Arge Jacobsen, Havstovan, Paul Flicek, EMBL-EBI og Hans Atli Dahl, Amplexa Genetics.

Les greinina her.

Stuðlað verkætlanini hava Granskingarráð Føroya, Fiskivinnuroyndir, Statoil Føroyar, Felagið Nótaskip og Innovationsfonden.