Nýggj vitan um stutttíðar- og langtíðararbeiðsevnini hjá úrvalsítróttarfólkum
10.03.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýggj vitan um stutttíðar- og langtíðararbeiðsevnini hjá úrvalsítróttarfólkum

Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur hesa vikuna eina grein í navnframa vísindaliga tíðarritinum “Journal of Physiology”, ið er mett sum eitt av allarsterkastu arbeiðsfysiologisku tíðarritunum sum eru.


Greinin “The mechanistic bases of the power-time relationship: muscle metabolic responses and relationships to muscle fibre type” er frá størri verkætlan á universitetinum í Exeter, UK, har Fróðskaparsetur Føroya hevur tikið lut saman við fleiri øðrum universitetum.

Kanningin lýsir sokallaðu Critical Power testina fysiologiskt. CP-testin er ein 3-min all-out test, sum m.a. verður nýtt at meta um stutt- og langtíðararbeiðsevnini hjá úrvalsítróttarfólki. Kanningin vísir m.a. fysiologiska svarið upp á hesa nýggju test av kropsligum førleika, og at hugtakið Critical Power umboðar evnisskiftiskapasitetin hjá typu I vøddatægrunum (teimum vøddatægrum, sum hava størst úthaldni og sum eru best til aerobt arbeiði).

Kanningin økir um okkara fatan av teimum fysioogisku tættum, sum avgera stutt- og langteinaravrik í m.a. renning, súkkling, rógving og svimjing, og er eitt lið í einari røð av vísindaligum kanningum, sum verða gjørdar í samstarvi ímillum University of Exeter, Københavns Universitet og Fróðskaparsetur Føroya.

Samhøvundar Magna eru A. Vanhatalo, M. Black, F. DiMenna, JR. Blackwell, JF. Schmidt, C. Thompson, LJ. Wylie, J. Bangsbo, P. Krustrup og AM. Jones. Samandráttur av greinini kann lesast her.