Nýggja grein um møði og hvíld í úrvalsfótbólti
Magni Mohr, lektari, hevur saman við øðrum nýggja grein í vísindaliga tíðarritinum Journal of Human Kinetics. Sjálv kanningin aftan fyri greinina er fíggjað av Granskingargrunninum og er framd í Føroyum og í Svøríki.
Talan er um samstarv ímillum føroyskar, danskar, svenskar og grikskar granskarar, har Magni Mohr er verkætlanarleiðari.
Greinin kannar møðis- og hvíldarmynstur í ymiskum vøddabólkum eftir ein simuleraðan fótbóltsdyst hjá mannligum úrvalsleikarum. Úrslitini vísa m.a. at ymiskir vøddabólkar møðast ymiskt og hava ymisk hvíldarmynstur eftir ein dyst. Eisini verður víst, at stórur munur er á, hvussu ymisku vøddabólkarnir møðast og hvíla hjá einstøku leikarunum.
"Okkara kanning vísir, at leikarar møðast og hvíla sera ymiskt og eiga tí av verða skrinaðir fyri serstøk møðis- og hvíldarmynstur fyri at kunna leggja venjing og hvíld til rættis fyri einstaklingin", sigur Magni Mohr, sum hevur nógvar royndir við kropsligari venjing í fótbólti á altjóða stigi og hevur skrivað fleiri bøkur um evnið. "Í úrvalsfótbólti eru nógvir skaðar, og ein høvuðsorsøk er, at hædd ikki verður tikið fyri serligu støðuni hjá einstaklinginum", sigur Magni Mohr, sum metir, at hetta er avgerandi fyri at verja leikaran ímóti skaðum.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...