Nýggja lógin er komin í gildi
Løgtingið samtykti 4. juni 2020 nýggja lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Lógin er nú komin í gildi
Í fyrsta umfari eru hesar broytingar, samanborið við gomlu lógina:
*Eitt nýtt Ráð fyri gransking, menning og nýskapan skal setast í staðin fyri Vísindaráðið. Ein skrivari skal setast til arbeiðið hjá hesum ráðnum.
*Granskingarnevndin verður umskipað til eina faknevnd og stjórnar ikki longur granskingargrunninum. Í staðin vísir stjórin beinleiðis til Uttanríkis- og Mentamálaráðið.
*Stuðulsskipanirnar hjá stovninum verða skipaðar í einum uttanhýsis grunni.
*Virkisøkið fevnir nú eisini um luttøku Føroya í norðurlendskum og altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan.
Í sambandi við lógarskiftið eru tvær kunngerðir í umbúna.
Onnur er um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan. Hin er um stuðulin til gransking.
Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur raðfest arbeiðið hjá nýggja ráðnum sera høgt og bað í hesum sambandi Løgtingið um hægri játtan til Granskingarráðið á løgtingsfíggjarlógini 2021.
Játtanin vaks við 500.000 krónum. Granskingarráðið boðar á heimasíðu sínari frá, at í næstum verður lýst eftir fólki.
Sí eisini grein um nýggju lógina frá juni 2020 her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...