Nýggjar verkætlanir á Søgu- og Samfelagsdeildini.
Søgu- og Samfelagsdeildin er inni í eini spennandi menningartilgongd. Fyri fyrstu ferð eru tikin lesandi inn tvey ár á rað.
Tað at vit nú hava gott 70 lesandi, umframt 60 stakgreinalesandi, ger deildina livandi og spennandi at virka í. Hetta gevur avbjóðingar og setir krøv.
Ein tilgongd er tí byrjað, har deildin er í ferð við at byggja sær enn fleri altjóða netverk innan gransking og útbúgving. Tað er tí eisini gleðiligt, at vit sum partnarar í tveimum netverks-verkætlanum, nýliga hava fingið játtan. Hesar játtanir eru í báðum førum frá norðurlendsku samstarvsnevndini fyri human og samfelagsvísindi NOS-HS, ið er eitt trongt nálareyga at koma ígjøgnum.
Tann eina verkætlanin hevur heitið “The Nordic Baltic Small States: Perceptions on Economy, Security and Identity in an Increasingly Regionalized Europe”. Hendan hevur til endamáls at knýta saman og menna gransking og útbúgving fyri verandi og komandi samfelagsfrøðingar í okkara londum, sum jú hava ymiskar avbjóðingar í felag sum smáar tjóðir. Leiðari fyri hesi verkætlanini er Alyson Bailes frá “Center for Small State Studies” við Háskóla Islands, og við eru umboð fyri øll trý londini í útnorði og tey trý baltisku londini. Fyri Søgu- og samfelagsdeildina luttaka tveir lektarar, Beinta í Jákupsstovu og Gestur Hovgaard.
Hin verkætlanin hevur heitið “Gendered Geographical Mobilities and Quantitative Data: A Pilot Study in Faroe Island, Iceland and North Norway”. Hendan tekur fram avbjóðingina, sum øktur mobilitetur hevur í modernaða útjaðarasamfelagnum, og serliga ta avbjóðingina sum liggur í, at vit ikki hava nóg góð hagtøl at granska hetta fyribrigdi. Tí er endamálið at gera eitt sonevnt pilot-study til tess at finna fram til, hvussu álítandi tøl um mobilitet kunna fáast til vega. Leiðari fyri hesi verkætlanini er Siri Gerrard, professari við Universitetet i Tromsø, og føroysku luttakararnir eru Gestur Hovgaard, lektari við Søgu- og Samfelagsdeildina og Karin Johanna Knudsen á Granskingardeplinum fyri samfelagsmenning.
Talan er um tvær smáar verkætlanir. Tilsaman hevur NOS-HS latið umleið NOK 500.000 til virksemi, sum skal fara fram í sjey londum. Kortini er ongin ivi um, at hesar verkætlanir hava stóran týdning fyri møguleikarnar hjá deildini at styrkja samstarvið við grannalond og – ikki minst - at menna nýggjar verkætlanir. Harafturat, so er hetta altjóða samstarvið ein leið til nýggj tilboð hjá lesandi á Setrinum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...