Kalpana (2).jpg
Kalpana Vijayavarathan er lektari í enskum og undirvísing á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya
03.02.2023
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Nýggjar vísindaligar útgávur

Kalpana Vijayavarathan, lektari á Námsvísindadeildini á Setrinum, hevur givið út nýggja vísindaliga grein um undirvísarar í skúlum í útjaðarum, og eisini eru tveir bókakapitlar komnir um integratión og útbúgving í Føroyum

Greinin, sum Kalpana er høvuðsrithøvundi til, kallast "Development of teacher self-efficacy for teaching in the circumpolar north: Lessons for teacher education og er útgivin í Journal of Teacher Education and Educators".

Greinin lýsir serligu tørvirnar hjá undirvísarum, sum virka í skúlum í útjaðarum við sínum serligu mentanum og lívsgrundarlagi, og týdningin av, at læraraútbúgvingin, sum mangan tykist vera universell, stuðlar teimum í at menna sín læraraleiklut.

Úrslitini, sum eru grundalag undir greinini, benda á, at serlig atlit skulu takast til undirvísing og undirvísingarførleikar í kontekstinum av staðbundnari undirvísing.

Lesið greinina her.

Eisini er Kalpana høvuðshøvundi til tvinni nýútgivin bókakapittul. Annað eitur "Policy equity contexts in inclusive education for immigrant children in The Faroe Islands in Beaton, M.C., Hirshberg, D. and Turunen, T. Education, Equity and Inclusion: Teaching and Learning for a Sustainable North".

Kapittulin varpar ljós á, um integratións- og útbúgvingarpolitikkurin í Føroyum egnar seg til endamálið út frá tveimum sjónarhornum: Viðurkenning av týdninginum av mentanaliga samleikanum og móðurmálinum hjá tilflytarabørnum, og hvønn týdning inklusión í útbúgving hevur fyri integratión í Føroyum.

Lesið kapittul seks her.

Hin bókakapittulin eitur "Analysis of policies supporting teachers to tackle linguistic and cultural diversity and facilitate inclusion from the perspectives of Iceland and The Faroe Islands in Beaton, M.C., Hirshberg, D. and Turunen, T. Education, Equity and Inclusion: Teaching and Learning for a Sustainable North".

Endamálið við kapitlinum er at fáa vitan um og innlit í, hvussu hugtøkini inklusión og mentanarliga áhugað námsfrøði (culturally responsive pedagogy) síggjast aftur í læraraútbúgvingarpolitikkinum í Íslandi og Føroyum.

Lesið meira her.

Kalpana Vijayavarathan arbeiðir sum lektari í enskum og undirvísing í enskum sum fremmandamáli á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.