Nýggjur adjunktur á Søgu og samfelagsdeildini
Heini í Skorini er settur í starv sum adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini
Heini í Skorini er 34 ár. Hann hevur ph.d.-prógv í altjóða politikki frá King's College, University of London. Umframt hetta er hann Mphil í altjóða politikki og MA í religiónsvísindi frá sama universiteti, og hann hevur BA- prógv í stjórnmálafrøði frá Københavns Universitet og Fróðskaparsetri Føroya. Í vár vardi hann sína ph.d.-ritgerð í altjóða politikki, og ritgerðin snúði seg um samanstoytin ímillum átrúnað øðrumegin og talufrælsið hinumegin. Í 2016 hevur Heini undirvíst á Setrinum í skeiði um mannarættindi og religión, og hann hevur skrivað greinar í akademiskar bókaútgávur á Routledge University Press og University of Pennsylvania Press. Umframt útbúgvingarpartin hevur Heini drúgvar royndir sum journalistur fyri føroyskar og danskar miðlar.
Heini í Skorini hevur arbeitt í danska fólkatinginum, á føroysku útlendingastovuni og verið prosjektsettur fyri danska uttanríkisráðið.
Heini tekur við adjunktstarvinum 1. november 2017.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...