Nýggjur adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini
Hans Ellefsen er settur í starv sum adjunktur í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini
Hans Ellefsen er 45 ára gamal. Hann hevur ph.d.-prógv í búskapi frá Syddansk Universitet frá 2013. Ph.d.-ritgerð hansara var um tað pelagiska kompleksið, um truplu fiskivinnusamráðingarnar, sum eru av pelagisku fiskasløgunum, makrel, sild og svartkjaft. Innan hetta evnið og onnur hevur Hans útgivið sjey vísindaligar greinir og rapportir.
Arbeiðsroyndirnar eru m.a. úr Landsbankanum og av Fróðskaparsetrinum. Seinnu árini hevur hann starvast sum ráðgevi í Fiskimálaráðnum og hevur m.a. arbeitt við nýggju fiskivinnunýskipanini og verið við í samráðingartoyminum fyri pelagiskan fisk.
Umframt royndir sum granskari hevur Hans drúgvar undirvísingarroyndir á m.a. Fróðskaparsetrinum.
Hans tekur við adjunktstarvinum 1. august 2019.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...