Nýggjur adjunktur í føroyskum bókmentum
06.07.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýggjur adjunktur í føroyskum bókmentum

Bergur D. Hansen, cand. mag. er settur í starv sum adjunktur í føroyskum bókmentum á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi.


Bergur er cand. mag. í komparativari bókmentasøgu og søgu við ískoytisnámi í norðurlendskum máli frá Århus Universiteti. Hann er í løtuni ph.d.-lesandi á deildini við ritverkinum eftir Kristian Osvald Viderø sum evni.  Hann hevur undirvíst í greining á støðisnáminum á deildini, samstundis sum hann var lærari á Føroya studentaskúla og HF-skeiði.