30.11.2022
Setrið Føroyamálsdeildin Skriva út
Nýggjur føroyskur bendingargrunnur til taks
Nú kunnu fólk fara inn á bendingar.fo og brúka nýggja føroyska bendingargrunnin
Týsdagin 29. november varð bendingargrunnur við føroyskum orðum latin upp og lagdur fram í Loftsstovuni á Føroytamálsdeildini.
Arbeiðið er úrslit av føroyskari-íslendskari verkætlan, sum hevur havt til endamáls at seta føroyskt orðatilfar í ein teldutøkan bendingargrunn, sum frammanundan er gjørdur fyri íslendskt.
Verkætlanin er stuðlað av Nordplus og er samstarv millum Árnastofnun á Háskóla Íslands og Føroyamálsdeildina.
Øll kunnu brúka bendingargrunnin í sínum gerandisdegi og í menning av máltøkni. Eisini er møguleiki at skriva til grunnin um manglar ella villur.
Royn bendingargrunnin her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...