Nýggjur føroyskur rættstavari
Føroyamálsdeildin hevur í samstarvi við universitetið í Tromsø (UiT) ment ein nýggjan føroyskan rættstavara, sum verður latin almenninginum 20. august
Nýggi føroyski rættstavarin kennir munandi fleiri orð enn tann undanfarni, og hann er bygdur á ein hátt, sum við tíðini fer at gera hann føran fyri at skilja mállærureglurnar í føroyskum.
Tann gamli rættstavarin bygdi á ein lista av orðum, og orð kundu so leggjast afturat eftir tørvi. Umframt at kenna eini 300.000 orð dugir tann nýggi stavarin at skyna á orðaflokkum, bendingum o.s.fr., tí hvørt einstakt orð í honum er málfrøðiliga markað (“tagged”).
Tað fer kortini at krevja eitt sindur av menning afturat, áðrenn rættstavarin - umframt at rætta stavivillur - fer at rætta t.d. bendingarvillur.
Brúkarar við í menningini
Føroyamálsdeldin hevur valt at leggja rættstavaran út til almenningin í august, tí hann er longu munandi betri enn tann undanfarni, og tøkniliga er hann eisini meira framkomin, m.a. kann hann brúkast í fleiri forritum og á fleiri ymiskum teldum.
Ivaleyst verður hann hentur í skúlum, á skrivstovum, stovnum og hjá fleiri av teimum, sum fara undir hægri lestur í august og september.
Framhaldandi menningin av rættstavaranum fer eftir ætlan fram í samskifti við brúkararnar, sum fara at kunna senda viðmerkingar og rættingar á teldupostadressuna hjá rættstavaranum.
Avbjóðingar, sum enn eru í arbeiðinum, eru m.a., at rættstavarin ikki sleppur framat allastaðni, t.d. ikki tilfari, sum liggur í sonevnda talgilda skýnum og tískil ikki á einari teldu hjá brúkarunum. Chrome-teldurnar eru dømi um teldur, sum ikki loyva rættstavaranum framat. Arbeitt verður støðugt við øllum slíkum avbjóðingum.
Gott samstarv við Tromsø
Føroyamálsdeildin hevur fíggjað arbeiðið við rættstavaranum við stuðli úr Orðabókagrunninum og 200.000 krónum, sum Mentamálaráðið lat Setrinum til endamálið. Eitt verkætlanarsett starvsfólk á Føroyamálsdeildini hevur burturav arbeitt við rættstavaranum, og málfrøðingarnir á deildini hava givið ráð og tikið sær av málfrøðiliga partinum.
Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildina, sigur, at samstarvið við universitetið í Tromsø hevur verið fyrimyndarligt, og at arbeiðið við rættstavaranum hevur týdning sum liður í menningini av máltøkniligari gransking og undirvísing á hægri stigi í Føroyum.
Heðin Jákupsson, sum arbeiðir við rættstavaranum var gestur hjá Sissal G, Magnussen á R7, har hann greiddi nærri frá, hvussu stavarin riggar.
Og ja, hann kann rætta bendingarvillur, sigur hann.
Hoyr samrøðuna her.
Samrøða var eisini við Heðin Jákupsson í Kringvarpi Føroya.
Hoyrið ta samrøðuna her (tíðarkota 4.30).
Rættstavarin verður tøkur á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.
Neyvari kunning um rættstavaran verður løgd út á heimasíðuna setur.fo tann 20. august.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...