Nýggjur fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetrinum
08.05.2012
Skriva út

Nýggjur fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetrinum

Jørgen Meitilberg tekur 15. mai við sum virkandi fyrisitingarstjóri, eftir at Páll Isholm hevur boðað leiðsluni fyri Fróðskaparsetur Føroya frá, at hann ynskir at verða loystur úr starvinum.


Jørgen er 37 ára gamal og er útbúgvin cand.mag. í søgu og stjórnmálafrøði og hevur starvast í Mentamálaráðnum sum fulltrúi við Fróðskaparsetrinum sum málsøki síðan mars 2007.