05.10.2017
Til lesandi Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nýggjur lektari á Føroyamálsdeildini

Bergur Rønne Moberg er settur í starv sum lektari í bókmentum á Føroyamálsdeildini.


Bergur Rønne Moberg er 52 ára gamal. Hann hevur í fleiri ár verið knýttur at universitetinum í Keypmannahavn, fyrst sum ph.d.-studentur og síðani sum post. doc. og eksternur lektari.  Ph.d.-ritgerð hansara í 2004 var um ritverk William Heinesens,  At genfortrylle verden: En hermeneutisk undersøgelse af tabets dynamik i William Heinesens senprosa.

Seinnu árini hevur hann m.a. kannað hugtakið heimsbókmentir, og saman við David Damrosch, Harvard University, hevur hann gjørt og brúkt hugtakið “ultraminor literatures” í viðgerðini av bókmentum, t.d. úr londum sum Føroyum, í heimsbókmentaligum høpi.  

Umframt royndir sum granskari hevur Bergur drúgvar undirvísingarroyndir. Í 2008 tók hann adjunktpedagogikum.

Bergur Rønne Moberg byrjar í starvinum 1. januar 2018.