Skriva út
Nýggjur lektari í føroyskari málfrøði
Hjalmar P. Petersen, dr. phil. er settur í lektarastarv í føroyskari málfrøði á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi.
Hjalmar hevur lisið føroyskt á FMD, norrøna filologi í Keypmannahavn, málvísindi í Íslandi og málvísindadeildini á Yale University. Hann hevur granskað í føroyskum í fleiri ár, m.a. á Sonderforchungsbereich Mehrsprachigkeit í Hamborg frá 2005-2011, og hevur skrivað fleiri greinar um føroyskt. Eisini hevur hann givið út bøkur um føroyskt. Ein er 'The Dynamics of Faroese Danish Language Contact', sum Universitaetsverlag Winter í Heidelberg gav út í 2010.
Í nýggja starvinum fer hann umframt at granska og undirvísa í føroyskum máli at skipa fyri skeiði í føroyskum fyri útlendingar og at leggja lunnar undir gransking og undirvísing í fjølmiðlafrøði.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...